John Johannessen
Á tingfundinum í dag skal løgtingið atkvøða, um landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal svara Flemmingi Mikkelsen uppá ein fyrispurning, um tað letur seg gera at prioritera vegin millum Øravík og Hov fremri enn ásett í løguætlanini.
Umframt hetta er eisini ein fyrsta viðgerð á skránni. Talan er um fyrstu viðgerð av einum eykajáttanaruppskoti frá Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum.
Hetta eykajáttanaruppskotið snýr seg um at játta Húsalánsgrunninum 9,5 milliónir eyka til bjálvingarstuðul, soleiðis, at Húsalánsgrunnurin fær játta tær mongu umsóknirnar um bjálvingarstuðul, hann liggur inni við.
Tingfundurin endar við framløgu.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!
jh










