Prins Joachim sigur, at hann einki hevði havt ímóti at komi til Føroyar at koyrt, um hann fekk tann møguleikan. Ein av luttakarunum í Copenhagen Historic Grand Prix 2010 í Fælledparken var Prins Joachim. Spurdur um tað kann hugsast at hann og hansara team einaferð í tíðini kundu komi til Føroyar at koyrt við gomlu bilunum, sigur hann, at um teir fingu møguleikan, hevði tað verið ordiliga stuttligt.
Í samrøðu við Bilradio á Rás2 sigur Prins Joachim, at hann altíð hevur verið hugtikin av bilum og kappkoyringum, serliga koyring við klassiskum bilum. Hann er ein av teimum fýra sum manna Cortina Racing Team, har prinsurin sjálvur koyrir ein hvítan Ford Lotus Cortina frá 1965.