Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni farna sunnudag.
Saman við liðfeløgunum í THW Kiel vann hann 36-25 (18-15) á Balingen-Weilstetten á útivølli.
Um debutina sigur Elias: - Tad var stuttligt. Har var góður stemningur í høllini og Balingen-Weilstetten góvu okkum nógva mótstøðu i fyrra hálvleiki.
Elias skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og fekk eina framúr góða debut.
Hinir leikararnir og fjeppararnir hjá THW Kiel eru farnir at nevna Elias "Skippy".
Um nýggja kelinavnið sigur Elias eitt sindur flennandi: - tad er ikki nakað eg eri serliga stórur fjeppari av. Men um tey gjarna vilja kalla meg tað, so gera tey bara tað. Sigur Elias um "Skippy".
Hóskvøldið klokkan 18 fær Elias væntandi bundesligadebut á heimavølli, tá THW Kiel tekur móti Gummersbach.











