Stuttligari hjá abbanum enn í skúla

Verkfallið ger, at flestu stovnarnir við børnum eru latnir aftur, sum ikki hava privata reingerðing. Men sjálvt um stovnarnir eru latnir aftur, so merkir hetta ikki, at ongin barnaansing er. Í gjár hittu vit Egil og Louis, sum vóru farnir ein túr við barnagentunum hjá sær, sum eru 80 og 82 ára gamlir

Verkfall

Verkfallið rakar á ein ella annan øll nú á døgum. Flestu foreldrini merkja tað við, at børnini ikki sleppa í skúla ella barnagarð, og tí verða tey noydd at finna onnur hjálpiamboð fram. Ommur og abbar, systkin og onnur gerast til barnaansarar, og foreldrini, sum ikki sjálv eru í verkfalli, sleppa til arbeiðis.
Í gjár hittu vit Egil og Louis, sum eru verkfalsraktir. Ikki tí. Teir eru bert níggju og trý ára gamlir, men Egil sleppur ikki í skúla og Louis sleppur ikki í barnagarð.
? Nú er verkfall, so Louis tímur ikki í barnagarð, sigur Egil, sum er eldri beiggin.
Teir eru farnir túr í Havnardali saman við abbanum Poul Arna Joensen, sum gongur á 83. vetri, og abbabeiggjanum Kristoffur Joensen, sum er 80 ára gamal. Hundurin skuldi vaska sær um føturnir, so teir eru farnir ein spaseritúr.
? Eg tími ikki í bagnagarð. Bagnagarðurin sitin..., sigur Louis, sum gongur og rennur við einum spælirevolvara.
Egil gongur í 2. flokki í Venjingarskúlanum, og Louis gongur í barnagarði á Norðasta Horni.
? Nei, eg eri ikki barnagenta. Eg fór bara at vitja bróður, og so fóru vit ein túr. Tað er hann, sum hevur ansað eftir teimum báðum, meðan verkfallið hevur verið, sigur Kristoffur Joensen.
Teir báðir smáu halda eisini, at tað er nógv stuttligari at vera hjá abbanum enn at vera í skúla og barnagarði, og tað letur til, at Louis ætlar sær ikki aftur í barnagarðin í bræði. So hann leggur helst ikki so nógv í, um verkfallið verður drúgt.
Nevnast kann til stuttleikar at enda, at Poul Arni, abbin, ikki er nakar ókendur maður í Føroyum. Hann hevur verið jólamaður í útvarpinum í 27 ár, so tað eru ivaleyst fleiri, sum kenna røddina á honum aftur.