Stuttleikin er bara størri

Tá Allan Simonsen í 1994 gjørdist føroyskur landsliðsvenjari, var fyrsta gerð hansara at fáa føroyska hjálparvenjara sín at manna tvey úrvalslið. Út frá tí, sum hann sá, tá hesir á leið 30 spælarar dystaðust, gjørdi hann sær so sínar metingar um, hvørjir skuldu vera grundarlagði undir nýggja føroyska landsliðnum.

Millum teirra, sum dystaðust í úttøkudystinum í Sarpugerði, var ein tá 20 ára gamal Egil á Bø. Síðani tá hevði hann sum so ikki hoyrt frá nøkrum landsliðsvenjara, fyrr enn hann í heyst ? 34 ára gamal ? fekk boð um at koma við til Portugal. Har var hann millum teir fyrstu ellivu, og alt bendir á, at tað eisini verður støðan í kvøld.

- Tað eru fleiri ár síðani, at eg misti tað vónina. Men eg eri øgiliga glaður um, at eg nú fekk møguleikan. Tað er væl tað, sum allir spælarar vilja sleppa at royna, so eg eri bæði glaður og spentur.

Og tú ert kanska glaðari sum 34 ára gamal, enn um tað varð hent, tá tú vart 20?

- Í øllum førum er tað meira óvæntað, so tað er stuttligt.

Og her tykjast benda á, at tú aftur verður millum teir fyrstu ellivu til dystin?

- Eg veit ikki meira enn tú. Men sleppi eg tað, so ger tað sjálvandi bara alt enn stuttligari, segði Egil, tá vit tosaðu við hann eftir seinastu landsliðsvenjingina í gjár.