Leygardagin verður skipað fyri stuttleikakapping fyri íslandsross í høllini hjá Berg hestum við Oyggjarvegin. Kappingin byrjar seinnapartin leygardagin, og lagt verður til brots klokkan trý.
Kappast verður í fet, spakuligt tølt, trav og øltølt. Luttøkugjaldið er 50 krónur, og boðast kann frá luttøku á tlf. 316896, 226211 og 222906.