Stúra fyri nýggjum álopum í Ukraina

Iranskar Shahed-dronur eru sæddar yvir býnum, Mykolajiv, og ávaringarlúðrar ljóða í fleiri ukrainskum býum í kvøld.

- Kyiv-regiónin er hótt av nýggjum dronuálopum í kvøld og í nátt, sigur guvernørurin, Oleksij Kuleba.

Sambært guvernørinum í Kyiv-regiónini, Oleksij Kuleba, er økið hótt av russiskum dronuálopum í kvøld og í nátt.

 

- Ávaringarlúðrar eru í gongd í regiónini. Vit eru hótt av álopum við Shahed-dronum, skrivar guvernørurin á Telegram.

 

Eisini í høvuðsstaðnum Kyiv, sum umsitingarliga ikki liggur undir Kyiv-regiónini, eru ávaringarlúðrar í gongd.

 

Sambært útlendskum tíðindastovum er sama  galdandi fyri býir í eystara parti av Ukraina.

 

Tíðindastovan Ukrinform hevur fyrr í kvøld sagt, at Shahed-dronur eru sæddar yvir býnum, Mykolajiv, har suðuri í Ukraina.

 

Lagt verður aftrat, at Shahed-dronurnar, sum russar brúka í krígnum í Ukraina, eru framleiddar í Iran.

 

 

 

- Kyiv-regiónin er hótt av nýggjum dronuálopum í kvøld og í nátt, sigur guvernørurin, Oleksij Kuleba.