Stúra fyri kinesiskari hernaðarvenjing kring Taiwan

Seinastu mánaðirnar hevur Kina havt fleiri stórar hernaðarvenjingar út fyri taiwansku strondini og kring Taiwan

Uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum siga í kvøld, at teir eru rættiliga ørkymlaðir um stóru kinesisku hernaðarvenjingarnar kring Taiwan.

 

Teir halda, at Kina provokerar Taiwan, og tískil heita teir á londini um tryggja frið, veit Reuters at siga í kvøld.

 

G7-londini eru USA, Frakland, Týskland, Bretland, Italia, Japan og Kanada.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Kina havt fleiri stórar hernaðarvenjingar út fyri taiwansku strondini og kring Taiwan.

 

Oyggin, sum hevur stívliga 23 milliónir íbúgvar, er í roynd og veru sjálvstýrandi, men Kina metir Taiwan sum ein part av sínum øki.

 

Kina og Taiwan hava verið skild sundur síðan 1949, tá kommunistarnir tóku valdið á meginlandinum, og tjóðskaparmenninir leitaðu sær friðskjól á Taiwan.