Málið um morðið í Hvalba er fyri í Føroya rætti í dag.
Ungi hvalbingurin varð skuldsettur fyri at hava stungið ein mann til deyðis í einum morgunballi í Hvalba fyri góðum ári síðani. Ungi maðurin játtaði seg sekan, og tí hevur rættarfundurin í morgun fyrst og fremst havt ta endamál, at taka støðu til, hvørt málið kann koyrast sum eitt játtanarmál, tað vil siga, uttan at nevningar mugu innkallast og vitni avhoyrast.
Eftir at skuldsetti varð avhoyrdur og ymiskt annað í samband við málið greitt frá, kom dómarin til ta niðurstøðu, at málið kundi viðgerast sum eitt játtanarmál. Skuldsetti varð tí formliga ákærdur fyri manndráp, og Føroya rættur skal tí taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal fáa.
Ungi maðurin greiddi frá, at hann eftir eina veitslu í Hvalba var boðin til eitt morgunball. Hann og ein kenningur úr Hvalba sótu og drukku og prátaðu um fótbólt, áðrenn teir fóru at hyggja eftir einum filmi.
Út á náttina sovna báðir í hvør sínari sofu, men ákærdi vaknar so fyri at fara at lata sær vatnið. Hann tekur í skeiva hurð og endar inni í einum sovikamari, har ein, fyri honum ókendur, maður liggur og svevur. Ákærdi vekir mannin fyri at biða um eina sigarett, men tann sovandi kveistrar hann burtur.
Ákærdi heldur á við síni leitan eftir eini sigarett og kemur í køkinum fram á ein stóran køksknív. Hann stingur hann innan fyri buksurnar, fer upp aftur á kamarið og roynir enn einaferð at vakja sovandi mannin í kamarinum. Tá tað ikki eydnast, tekur hann knívin og stingur tann sovandi í hálsin.
Ógreitt er, hvussu ofta, ákærdi hevur stungið. Sjálvur sigur hann seg minnast at stinga tríggjar ferðir, meðan líkskoðanin staðfesti, at hin dripni er stungin 12 ferðir. Líkskoðanin staðfestir, at tey 12 stingini eru komin í skjótari raðfylgju og at maðurin er deyður skjótt eftir, orsaka av bløðing frá sárunum.
Í rættinum greiddi ákærdi frá, hvussu hann hevði stungið mannin. Maðurin lá og svav, og ákærdi, sum stóð á gólvinum, stakk knívin við nógvari styrki inn í hálsin, inn í botn, ella til hann merkti mótstøðu. Líkskoðanin staðfesti eisini, at sárini vóru djúp. Køksknívurin var 33 sentimetrar langur, blaðið 20 sentimetrar langt og 4,5 sentimetrar breitt, har tað var breiðast.
Ungi maðurin sigur seg ikki vita, hví hann brádliga stakk sovandi mannin, ei heldur, hví hann tók knív við sær úr køkinum upp á kamarið.
Verjin hjá ákærdi greiddi frá, at ákærdi ongantíð hevur noktað seg sekan, tó at hann at byrja við ikki mintist stórt til, hvat var farið fram fyrstu tíðina. Sum tíðin er liðin, hevur hann tó fingið frið at hugsa um málið, og er nú komin hagar, at hann kann játta seg sekan. Ákærdi vildi tí gjarna, at málið var viðgjørt sum eitt játtanarmál og avgreitt sum skjótat, eisini fyri at verja tey, sum eftir sita. Hann sigur seg vera ógvuliga harman um tað, hann hevur gjørt, og tekur gjarna sín dóm fyri gerðina.
Rættarfundurin heldur fram eftir døgurðasteðgin.