Vandamikil
náttúra
Nógv fólk ganga dagliga og stúra fyri atsóknum hjá yvirgangsmonnum, men sambært summum vísindafólkum áttu tey heldur at stúrt fyri náttúruni, tí hon er minst líka vandamikil sum yvirgangur.
Á einari rá_stevnu í London mánadagin seg_i amerikanski vísindama_urin Bill McGuirie, at gosfjalli_ Cumbra Veja á teimum Kanarisku Oyggjunum fer eftir øllum at døma at rapa í havi_, tá ta_ fer at goysa næstu fer_, og ta_ fer at elva til fló_aldu á amerikonsku eysturstrondini og á oyggjunum í karibiska havinum. Hann ásanna_i, at eingin veit, nær gosi_ kemur, men at ta_ kemur, er eingin ivi um, seg_i hann.
Á rá_stevnuni bleiv eisini tosa_ um møguleikan fyri einum samanbresti ímillum Jør_ina og ein rúmdarstein. Enski granskarin Benny Peiser seg_i, at vandin fyri einum tílíkum samanstoyti er minni nú enn fyrr, og at hann minkar stø_ugt. Hann leg_i afturat, at um nøkur fá ár vita vit, hvussu vit skulu st_ra einum rúmdarsteini burtur frá Jør_ini.
Eiga at flyta
frítí_ina
Ta_ hevur veri_ sera gott ve_ur í Noregi í seinastuni, og ta_ hevur fingi_ nor_menn at umhugsa at flyta summarfrítí_ina hjá skúlunum.
Har nor_uri í landinum hava teir kommunalu myndugleikarnir longu flutt summarfrítí_ina, solei_is at skúlarnir byrja ikki aftur fyrr enn tann 23. august. Nú halda tey a_rasta_ni í landinum, at tey eiga at gera ta_ sama, og Kristin Clement, kenslumálará_harri, tekur undir vi_ teimum. Hon sigur vi_ Bergens Tidende, at eftir hennara tykki hev_i ta_ veri_ rætt at flutt summarfrítí_ina eina ella tvær vikur. Hagtøl hjá norsku ve_urstovuni vísa eisini, at august er tann heitasti mána_urin í Noregi.
Í norsku byggivinnuni umhugsa tey eisini at flyta summarfrítí_ina næsta ár. Sum er byrjar summarfrítí_in í norska vinnulívinum eina viku seinni enn frítí_in á evropeiska meginlandinum, og tí hev_i ta_ veri_ rætt at flutt frítí_ina eina viku, halda tey í norsku byggivinnuni.
Skúli stevndur
fyri ranglæru
Myndugleikarnir í amerikanska statinum Kalifornia hava stevnt lei_sluni í einum frískúla, tí skúlin hevur n_tt lærubøkur, sum einki hava vi_ veruleikan at gera. Harafturat hevur ta_ víst seg, at lærararnir hava als ikki ta útbúgving, sum teir siga seg hava.
Tí_indastovan AP skrivar, at millum anna_ fingu næmingarnir at vita, at USA er sett saman av 53 statum, og at annar heimsbardagi vardi frá 1938 til 1942. Í lærubókunum, at amerikanska Kongressin er sett saman av Senatinum og Umbo_smannatinginum. Ta_ er rætt, men so stó_, at Senati_ er til demokratarnar, og at Umbo_smannatingi_ er til republikanararnar.
Sambært ákæruvaldinum í Kalifornia hava næmingarnir goldi_ ímillum 3.000 og 10.000 krónur fyri at ganga í frískúlanum, sum er í b_num Sacramento, og nú krevja myndugleikarnir, at allir næmingarnir skulu hava pengarnar aftur. Harafturat skal skúlin gjalda gó_ar 200 milliónir krónur í bót, og lærararnir fáa forbo_ fyri at arbei_a sum lærarar.
Hugsa um
heilsuna
Ein kanning hjá amerikanska stovninum Health Focus International vísir, at nor_menn eru teir, sum hugsa mest um heilsuna, tá teir keypa mat.
Heili 92 prosent av teimum spurdu nor_monnunum siga, at tey hugsa um, hvat er gott fyri heilsuna, tá tey fara í handilin at keypa matvørur. Av teimum spurdu í Svøríki siga 75 prosent ta_ sama. Hinvegin hugsa danir ikki so nógv um heilsuna, tá teir keypa sær mat, og sambært Health Focus International gevur ta_ kanska eina ábending um, hví danir hava tann lægsta livialdurin í Nor_urlondum.
Tage Affersholt, sum starvast hjá Health Focus International, sigur, at higartil hevur veri_ hildi_, at danir liva ikki so leingi sum fólk í grannalondunum, tí teir roykja verri og drekka meiri. Men sambært kanningini er ta_ kanska ikki øll frágrei_ingin, sigur hann.