Stuðulstiltak fyri ABC barnahjálp

Í kvøld kl. 20.00 verður eitt stuðulstiltak í KFUM & K í Klaksvík. Dok­u­ment­ar­film­ur­in Pray The Devil Back to Hell verður sýndur og Bárð­ur Lydersen sýnir fram sterkar myndir úr Lib­eria

»Taylor megnar at biðja hin ónda upp úr hel­heimi!« Soleiðis segði Gbo­wee sum Taylor. Tað eru hes­um orð­u­num, sum heitið á filminum hev­ur sín uppruna í.

Men djarvar liberiskar kvinn­­ur, bæði kristnar og mu­slimsk­ar, settu sær fyri at stríð­ast saman í bøn og biðja hin ónda aftur til helj­­ar.

Í hálvttriðja ár blivu tær við, ein­ans vápn­að­ar við hvít­um t-blus­um, sangi og bøn. Tá tað ikki var nóg mik­ið, gjørdu tær av at nokt­að monnum sín­um at­gongd til song­ina. At enda eydn­­aðist hesum djørvu kvinn­un­um at fáa frið í land­i­­num.

Filmurin hevur fingið fleiri virðislønir.

Í mars í fjør var Bárður Lyd­er­sen í Liberia og tók mynd­ir. Í kvøld sýnir hann á fyrsta sinni fram myndir sínar. Myndirnar eru sterkar og sýna fátækradømið í Mon­ro­via í Liberia.

Hilda Viderø arbeiðir fyri ABC barnahjálp í Li­b­er­ia. Hon fer at greiða frá arbeiðinum har, og um hvussu tað var at noyðast at flýggja úr landinum orsakað av borg­ar­a­krígnum.

Í árunum 1984 til 1987 virk­aðu tey í Liberia, inntil tey máttu rýma undan ófriðinum. Hilda og maðurin arbeiddu í Afrika í tilsamans 12 fram til 1996. Tey eiga tveir synir, tann eldri var bara tveir mánaðir, tá tey fóru, og tann yngri er føddur í Liberia.

– Øll eru hjartaliga væl­kom­in, siga fyrireikararnir.