Í ?Krosskasti? seinasta mikukvøld greiddi hann frá, at stuðulin til fiskivinnuna altíð minkar, tá ið Fólkaflokkurin umsitur fiskivinnumál. ?Hetta er próvfast?, segði Jørgen, meðan hann vísti eina strikumynd av tveimum stuðulsfjøllum, sum við sínum brøttu líðum, mintu nakað um Mont Blanc og Mont Everest.
Jørgen Niclasen peikaði á myndina og vísti, hvussu Fólkaflokkurin hevði lært allar hinar flokkarnar at ganga undanbrekku í hesum vandamiklu og brøttu fjallalíðum.
Landsstýrismaðurin segði tó einki um, hvørjir flokkar høvdu kroyst Fólkaflokkin til at ganga undanbrekku, og av góðum grundum segði Jørgen heldur einki um, hvør hevði fiskivinnumál um hendi, tá ið stuðulsfjallið vaks frá kr. 0,0 upp til fleiri hundrað milliónir kr.
Hvør var tað, sum tá var raskastur til at ganga niðaneftir ?
Men Fólkaflokkurin skal kortini hava tøkk fyri, at hann nú loksins, saman við øðrum, er gingin við til, at taka síni egnu stuðulsfjøll burtur.
Annars meti eg, at allir flokkar eiga at kanna ?partapeningsuppskotið? hjá Javnaðarflokkinum nærri. Uppskotið kann lættliga broytast soleiðis, at talan bert verður um øktan partapening, sum ikki tørvar nakra nýggja umsiting. Alt í uppskotinum, sum minnir um stuðul ella lán, eigur at verða strikað.
Trygvi F. Guttesen