Stuðulin at flyta fisk verður nú hækkaður

Hendrik Old, formaður í vinnunevndini, sigur, at samgongan hevur avtalað at hækka flutningsstuðulin til fisk. Hækkingin verður gjørd beinanvegin

Flutningsstuðul

Nú skal stuðulin til at flyta fisk aftur hækkast.
Tað hevur samgongan gjørt av.
Henrik Old, sum er formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, sigur, at samgongan hevur avtalað, at hækka flutningsstuðulin aftur.
Og hann leggur afturat, at tað verður beinanvegin, at flutningsstuðulin hækkar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur heimild til at áseta flutningsstuðulin fyri hvørt kilo av fiski innanfyri tað játtanm, sum er á fíggjarlógini.
Og tað verður eisini fyrsta dagin, at hann fer at lýsa eina nýggja kunngerð har stuðulin fyri hvørt kilo verður hækkaður, sigur Hendrik Old.
Tað er dýrt hjá virkjum í útjaðaranum at flyta fisk til virkini at vera virkaðan og sostatt er kappingarførið hjá virkjunum í útjaðaranum er nógv verri enn hjá virkjunum í miðstaðarøkinum.
Sostatt hava virkini kring landið fingið ein ávísan stuðul fyri at kunna útvega sær fisk.
Verður Suðuroyggin tikin sum dømi, hevur stuðulin verið 24 oyru fyri hbørt kilo av fiski. Men seinasta summar varð hann lækkaður niður í 14 oyru fyri kilo.
? Hetta var ein dyggur smeitur fyri virkini kring landið og í Suðuroynni hevur lítið og onki fiskarbeiðið verið hetta síðsta árið. Í Vági er at kalla steindeytt, í Hvalba er ógvuliga lítið arbeiðið og tað sigst av Fiskavirking á Tvøroyri, at har er arbeiðið eisini minkað munandi.

Upp aftur á tað gamla
Hendrik Old sigur, at hann ivast ikki í, at ein orsøk til, at arbeiðið er minkað so nógv, er, at tann langi flutningurin ger, at virkini í útjaðaranum eru nógv verri fyri at kappast um fiskin, enn virkini í miðstaðarøkinum.
? Tí er tað ein avgjørd fortreyt, at kappingarstøðan ímillum virkini verður útjavnað og tí hevur samgongan avgjørt at hækka flutningsstuðulin aftur, so at hann áleið kemur upp aftur á tey 24 oyruni fyri kilo, sum hann var, áðrenn hann varð lækkaður.
Tað hava staðið tríggjar milliónir á fíggjarlógini til flutningsstuðul, men í fjør lækkaði samgongan upphæddina niður á 2,5 milliónir. Nú ætlaði samgongan at fáa játtanina upp aftur á tríggjar milliónir, men fíggjarnevndin hevur aftur skarvað 500.000 krónur av, so at játtanin kom niður aftur á tær 2,5 milliónirnar.
?Fìggjarnevndin sigur, at tað er ikki brúk fyri meiri pengum, tí tað gekk so lítið av játtanini í fjør. Men tað hevur sína nátúrligu frágreiðing og hon er, at opngin fiskur var at flyta.
Henrik Old sigur, at nú er so nógv liðið út á árið, at í ár klárar stuðulin seg helst við 2,5 milliónum, hóast stuðulinfyri hvørt kilo nú verður hækkað.
Av tí sama skilir Henrik Old ikki, hví summi hava so ilt av flutningsstuðlinum.
? Er ongin fiskur at flyta, fellur stuiðulin aftur til landskassan. Verður stuðul útgoldin, er tað tí at arbeiðið er skapt kring um í landinum og tað kann ongin hava ilt av.

Ger skjótan mun
Henrik Old er sannførdur um, at tað er onki, sum hevur so stóran týdning fyri útjaðaran, sum fiskivinnan.
? Tað er onki, sum kann fáa ein útjaðara so skjótt á føtur aftur sum fiskaarbeiði, tí tað ger mun beinanvegin.
Tí sigur hann, at tað er so avbgerandi fyri at fáa gongd aftur á fiskivinnuna kring um í landinum.
? So má samgongan arbeiða við, hvørji onnur tiltøk setast í verk, so við og við fyri at menna útjaðaran.