Stuðul til virki í útjaðaranum skerjast 40% í einum høggi

? Samgongan gongur í ógvuliga smáum skóm, tí hetta er ein positivur trupulleiki, heldur Henrik Old, løgtingsmaður

Flutningsstuðul

Nú verður flutningsstuðulin til virki kring landið skerdur heili 40%.
Tað upplýsir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.
Og gongst sum landsstýrismaðurin ætlar, verður tað longu nú, frá týsdegnum 1. apríl, at stuðulin verður skerdur.
Tað er Henrik Old, løgtingsmaður, sum hevur biðið landsstýrismannin fortelja fiskavirkjunum kring landið, hvat tey hava at halda seg til, tað, sum eftir er av árinum.
?Flutningsstuðulin hevur verið 3,5 milliónir um árið, men í ár skerdi meirilutin av Løgtinginum stuðulin niður í 2,5 milliónir. Samstundis varð gjørt vart við, at tað skuldi lógarbróting til fyri at tað skuldi bera til at halda játtanina.
Men nú eru ein fjórðingur av árinum farin og enn er ongin lógarbroyting komin og Henrik Old vildi tí hava landsstýrismannin at greiða frá, hvar virkini flóta, tí tað bar ikki til at arbeiða, tá ið ein alt spurningurin um flutningsstuðulin hekk í leysum lofti.
Flutningsstuðul verður latin fiskavirkjum kring landið til at flyta fisk fyri til og frá virkjunum.
Jacob Vestergaard er samdur í at tað er ikki meiri enn rímuligt, at virkini fáa at vita, hvørjum treytum tey hava at arbeiða undir.
?Og fyri at játtanin skal halda, nú hon er skerd, verður neyðugt at seta nýggja kunngerð í gildi og hon kemur væntandi í gildi nú, fyrsta apríl.
?Hann sigur, at mett verður ein millión er longu brúkt av játtanini.
? Og nú so langt er útliðið, verður neyðugt at skerja stuðulin heili 40% tað, sum eftir av árinum, fyri at játtanin skal halda.
Í hesum sambandi verður roknað við, at flutningurin verður tann sami í ár, sum han nvar í fjør.
Jacob Vestergaard vísti eisini á, at hann hevði fingið eitt álit, har mælt verður til, at stuðulin heilt verður avtikin.
?Eitt uppskot var, at vinnan sjálv setti onkra skipan í verk, sum javntsetir øll virki í landinum. Men á fundi við ráfiskakeypara og -seljarafelag, vóru boðini, at tað bar ikki til hjá vinnuni at semjast um eina slíka skipan.

Øll virki javntsetast
Í hesum sambandi minti Hergeir Nielsen á, at táið Løgmaður umsat fiskivinnumál eitt skiftið, gjørdi hann púra greitt, at endamálið var, at øll virkið skuldu setast javnt so at onki virki var verri fyri í kappingin enn eitt annað virki.
? Orsøkin til at stuðulin varð skerdur, var, at nýggjar vørur vóru komnar uppí part at fáa stuðul, men at ætlanin var at fáa tær burturúr skipanini aftur.
Jacob Vestergaard sigur, at skulu tær nýggju vørurnar ikki longur fáa stuðul, má lógin broytast og tað var hann sinnaður at viðgerða politiskt.
Henrik Old helt, at 40% var ein ógvuliga stór skerjing. Men hann vísti eisini á, at ongar vørur vóru komnar upp í part at fáa studning, uttan at samgongan hevði tikið tær uppí.
Hann helt, at samgongan gekk í ómetaliga smáum skóm, tí hetta var ein positivur trupulleiki.
? Vit eru í tí hepnu støðu, at vit hava nógvan fisk at flyta og tí er tað løgið, at samgongan skal síggja flutningsstuðulin sum ein trupulleika. Talan var um ógvuliga smáar upphæddir, sum tryggjaði arbeiðið í útjaðaranum og tí vinnulív er høvuðsgrundarlagið undir livilíkindunum í útjaðaranum.