Stuðul til tónleik: Stuðul bert til vinnulig endamál

Tað hevur ljóðað, at fleiri av fremstu tónleikarum okkara hava fingið pening játtaðan til marknaðarføring uttanlands.

Kjartan Kristiansen á Menningarstovuni váttar ikki hesi tíðindi, men vísir á, at í reglugerðini fyri Grunnin til ídnaðarfremjandi endamál stendur, a bert virki og sølufyritøkur fáa stuðul og tí detta tónleikabólkar burturímillum

At tónleikarar og bólkar hava fingið stuðul er ikki rætt, sigur Kjartan Kristiansen.

Hann váttar tó, at sera stórur áhugi er á hesum øki í løtuni og at tónleikur er meira og meira frammi, sum møguligur vinnuvegur.

Men í reglunum fyri Grunnin til Vinnufremjandi endamál stendur greitt, at bert føroysk virki ella sølufyritøkur fáa stuðul og tískil kann talan ikki vera um tónleikarar ella bólkar, vísir Kjartan Kristiansen á.

Hann sigur, at her er talan um øgiliga fín mørk millum mentan og vinnu. Men hann lýsir hetta við, at eitt trolvirki kann møguliga fáa stuðul, meðan eitt flótitrol ikki kann.

Í hesum sambandi eru tónleikabólkar flótitrol, sigur Kjartan Kristiansen.

Hetta kann tó útleggjast sum, at ikki einki er í tíðindunum, hóast einki er váttað og hóast talan ikki er um tónleikabólkar sum soleiðis.

Kanska er talan um fyritøkur ella verkætlanir, kann ein gita.

Men tað er eingin loyna, at t.d. Tutl hevur fingið stuðul til marknaðarføring uttanlands á jøvnum føti við aðarar haldilsfyritøkur. T.d. tá Tutl og Nora vóru á handilsstevnu í Cannes herfyri.

Men treytirnar fyri at fáa stuðul eru avgjørt, at tað er á einum vinnuligum grundarlag, sigur Kjartan Kristiansen og vísir á, at ein einstøk útgáva als ikki kemur upp á tal at fáa stuðul til marknaðarføring, tí einstakt avrik, fløga, kann ikki metast sum vinnuligt virksemi, men hevur stóran týdning, sum mentan.

Út frá hesum, heldur torskildu talu, kann ein so sjálvur meta um, hvussu nógv er í tíðindunum um, at føroyskur tónleikir hevur fingið pening til marknaðarføring og undir hvørjum formi tað er hent og hvør man hava fingið hann.