Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur veitt fimm verkætlanum stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Tá freistin at søkja um stuðul var úti, hevði Fiskimálaráðið fingið tilsamans 18 umsóknir.
Tær fimm umsóknirnar, sum hava fingið stuðul, verða í stuttum lýstar soleiðis:
Heðin Joensen hevur fingið 30.000 krónur til verkætlanina “Bjálvandi betongformar”. Talan er um betongformar úr flamingo. Endamálið við verkætlanini er at lýsa, fylgja byggigongdini og máta orkunýtsluna av einum nýggjum byggihátti í Føroyum. Orkunýtslan skal mátast og samanberast við siðbundna føroyska húsabygging.
Jógvan Fróði Hansen hevur fingið 80.000 krónur til verkætlanina “Útbreiðsla og møgulig árin av innslødda krabbadýrinum Caprella mutica í Føroyum”.
Krabbadýrið hoyrir náttúrliga til í Japanska havinum. Í 2008 var krabbadýrið funnið fyrstu ferð í tveimum ymiskum alibrúkum í Føroyum. Ikki er greitt, hvussu slagið er innsløtt til Føroya. Við kanningunum ber væntandi til at staðfesta, um krabbadýrið hevur spjatt seg til onnur búøki, og um tað er ein hóttan móti øðrum djórasløgum.
Abraham Mikladal hevur fingið 90.000 krónur til verkætlanina “Ringmerking og gransking av ravni í Føroyum”. Endamálið er at granska, hvussu ravnur - Corvus corax varius - búleikast í Føroyum, og á tann hátt fáa til vega meira vitan um ravnin. Endamálið er at geva innlit í, hvussu ravnur búleikast, og hvørja ávirkan hann hevur á umhvørvi og náttúru, og hvørja ávirkan umhvørvi og náttúra hevur á ravnin. Tá verkætlanin er liðug, verða granskingar úrslit og vitan samlað og útgivið á prenti og talgilt.
Klaksvíkar kommuna hevur fingið 100.000 krónur til verkætlanina “Burturbeina skøruna”. Endamálið er at fáa tamarhald á skøruni í Klaksvík, Ánunum, Strond og Norðoyri, sum er ein innslødd planta, ið hevur spreitt seg við fúkandi ferð. Plantan er sera ring at sleppa av aftur við, tá hon fyrst er komin.
Kommunufelagið hevur fingið 100.000 krónur til verkætlanina “Umhvørvisátakið 2014”. Endamálið við umhvørvisátakinum er at vekja áhugan og menna hugburðin millum føroyingar fyri føroysku náttúruni og umhvørvinum og eggja fólki at fara væl um. Átakið er skipað sum kapping millum kommunur. Kappast verður um: Best røktu bygd, best røktu bygda- ella varðagøtu, best røkta neysta- og ella bátapláss. Somuleiðis eru kappingargreinar um ársins grøna stovn og besta átak.
Agenda og RAMSAR
Harumframt hevur Fiskimálaráðið játtað 490.000 krónur til framhaldandi virksemi hjá Agenda 21 skrivstovuni, har endamálið er at styrkja Agenda 21-arbeiðið úti í kommununum og stuðla, at tiltøk verða framd, sum verja og menna vitanina um umhvørvið og náttúruna í samsvari við Agenda 21 yvirlýsingina frá 1992.
Aftrat hesum hevur Fiskimálaráðið játtað 210.000 krónur til framhald av RAMSAR-verkætlanini - við tí endamáli at skipa RAMSAR-verju av trimum búøkjum í Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi hjá ávikavist drunnhvíta, skúgvi, ritu, lomviga og lunda.
- Hetta er ein verja, sum gagnar fuglinum, fólkinum og Føroyum. RAMSAR-verjan verður løgd til rættis í tøttum samstarvi við fakfólk, Fuglafrøðifelagið og fólkið, sum búleikast á nevndu oyggjum, sigur Fiskimálaráðið.