Stuðlar Sosialurin deyðarevsing?

Helgi Abrahamsen

“Deyðarevsing livir enn í Sambandsflokkinum”, skrivar Sosialurin í yvirskrift seinasta leygardag, og vísir við løgnum grundgevingum millum annað til skemtiteigin á heimasíðu Sambandsfloksins. Men hvat vísir Sosialurin við sínum skemtitekningum?

Tíðin ímillum jól og nýggjár er ofta svanglig hjá fjølmiðlunum. Tað hendir lítið í samfelagnum hesa ársins tíð, og tí er ringt at finna tilfar til spennandi yvirskriftir. Hetta endar ofta við, at bløðini eru tær beru yvirskriftir, meðan sjálvar greinarnar hava lítið uppá seg.

Sadam bjargaði forsíðuni
Avrættingin av Sadam Hussein var tí ein sannur fongur fyri tíðindablaðið Sosialin. Forsíðan var bjargað. Nú ráddi bara um at halda málinum í kóki.
Eg skal ikki blanda meg uppí alt tað, sum er sagt og skrivað um hetta málið. Skal bara, áðrenn eg sigi nakað meira, sláa fast við sjey tumma seymi, at eg taki ikki undir við deyðarevsing.

Vilstur blaðmaður
Tað sum fær meg at gera hesa viðmerking, er greinin í Sosialinum leygardagin, har yvirskriftin var “Deyðarevsing livir enn í Sambandsflokkinum”.
Eg veit ikki hvussu nógv innlit, blaðmaðurin ið skrivaði greinina hevur í føroyskan politikk, men sum tað framgongur av greinini, so hevur hann verið inni á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum og leitað eftir upplýsingum um støðu floksins til deyðarevsing. Av øllum tí rúgvismikla tilfari, sum henda heimasíða hevur at bjóða, velur blaðmaðurin at vitja skemtisíðuna, fyri síðani at brúka hana sum eitt slag av “prógvi”. Hetta er eitt løgið val, sum sigur meira um blaðmannin enn um Sambandsflokkin.
Endamálið við skemtisíðuni er at lýsa ymiskar hendinga í samfelagnum við einum skálkabrosi, og talan er tí ikki um nakað politiskt manifest.

Broytir týdningin
Blaðmaðurin finnur á skemtisíðuni eina viðmerking, sum undirritaði skrivaði 3. januar í sambandi við eina grein hjá Tórbirni Jacobsen.
Tórbjørn skrivaði í nevndu greinini um deyðarevsing, men hann var ikki serliga heppin í sínum orðavali, og millum annað kom hann til at siga, at størsti trupulleikin við martýrum er, at hvørki riflukúlur, øks ella gálgi bíta á teimum.
Hetta er skilaleys tala, tí hvat skal ein maður, sum sigur seg vera ímóti deyðarevsing, brúka riflukúlur, øks og gálga til?
Tað var hetta, eg gjørdi viðmerking til á skemtisíðuni. Viðmerkingin var sostatt IKKI ein viðmerking um deyðarevsing, men bert um skilaleysu skrivingina hjá Tórbirni Jacobsen. Men blaðmaðurin brúkar hetta sum “prógv” fyri, at “deyðarevsing livir enn í Sambandsflokkinum.”

Sosialurin hevur eisini ein skemtiteig
Nú er tað ikki bara heimasíðan hjá Sambandsflokkinum, ið hevur ein skemtiteig. Sosialurin hevur í nógv ár havt sín skemtiteig á baksíðuni, har dugnaligi teknarin Óli P. ger skemtiligar viðmerkingar til dagsins aktuellu støðu. Hann hevði millum annað í farnu viku eina tekning av avrættingini í Irak, har beinini á Sadam sóust dingla niður úr gálganum. Og tað eru ikki bara bølmenni ið enda sínar dagar á baksíðuni á Sosialinum. Føroyskir politikarar verða javnan bæði hongdir, skotnir og hálshøgdir á hesi síðuni, meðan vanliga fólkið verður tveitt útav Trælanýpuni.
So um eg skal døma Sosialin eftir somu forskriftum sum blaðmaðurin dømir heimasíðu Sambandsfloksins, so kann dómurin ikki vera annar enn, at Sosialurin stuðlar deyðarevsing – eisini í Føroyum.