Strongdur fiskur spillist skjótari

Kanska er tað dýrari at fara í handilin at keypa villan fisk enn aldan fisk, men sambært einari nýggjari kanning loysir tað seg at rinda meiri fyri tann villa fiskin

Sambært fjølmilunum vísir kanningin, at fiskur, sum hevur verið undir heldur trongligum umstøðum beint upp undir tøkuna, verður skjótari fongdur við bakterium og fær skjótari ringan smakk og ringan lukt enn fiskur, sum hevur havt tað meiri rúmsátt.

Í frágreiðingini stendur, at tann laksurin, sum hevði fingið ta drúgvastu strongdina upp undir tøkuna, helt sær tríggjar dagar styttri enn hin, tí hann fekk bakteriuvøkstur, ringan smakk og ringan lukt skjótari enn annar laksur. Kanningarnar vístu eisini, at munurin á góðskuni var størstur, tá fiskuin var feksur, og tí halda granskararnir, at kanningin kann hava serligan áhuga hjá teimum, sum fáast við sushi.

Granskingarstovnurin Nofima, sum er tann størsti av sínum slagi innan fiskivinnu, aling og matvørur í Evropa, hevur gjørt kanningina.