Tá arbeiðið verður eitt projekt, sum flýtur saman við familjulívinum, eru avleiðingarnar størri fyri kvinnur enn menn
Tað skrivar Javnstøðunevndin á heimsíðu sínari, sum vísir til viðmerking frá Ingrid Stage, sum er forkvinna fyri DM ? fakfelagið hjá teimum vællærdu í Danmark.
Ingrid Stage nevnir eina kanning, sum Socialforskningsinstituttet frá 2005, har tað framgongur, at tvístøðan millum arbeiðslív og familjulív er ofta meira stressandi fyri kvinnur enn hon er fyri menn.
? Vit mugu síggja burtur frá familjuni sum eina stóra eind, men heldur viðurkenna, at mátin arbeiðsmarknaðurin er innrættaður uppá, hevur ymiskar avleiðingar fyri kvinnur og menn. Og vit hava ikki ráð at missa helvtina av arbeiðsorkuni á gólvið, sigur hon.
Sokallaða flex-tíðin á arbeiðsmarknaðinum hevur sambært somu kanning positiva ávirkan mannfólk og teirra strongd, meðan hetta ikki er galdandi fyri kvinnur.
Í viðmerkingum sínum vísir Ingrid Stage á, at samstundis sum hetta er galdandi, so brúka konufólk í miðal ein tíma meiri upp á húsligt arbeiði enn mannfólk, og uppaftur meiri um børn eisini eru í húskinum.
Ingrid Stage metir, at vera arbeiði úti og heima lagt saman hjá kvinnum og monnum, so er talið hægri hjá konufólkum, og hetta kann vera tyngjandi fyri tær.










