Strongd: ikki ignorera eyðkennini

Vit verða alsamt fleiri, ið verða strongd. Hóast vit vanliga ikki verða niðurkoyrd av at hava nógv at gera í gerandisdegnum, so er umráðandi at ansa eftir, at ein fyltur gerandisdagur ikki útviklar seg til strongd. Danski miðilin iform.dk nevnir fimm eyðkenni, sum vit skulu hava í huga og taka í álvara, um tey vísa seg. 

 

 

Strongd broytir persónligheitina, og ert tú strongdur, so produserar kroppurin meir adrenalin, sum ger, at kroppurin verður spentur. Kortisolið fer eisini upp, og tú kennir teg illa fyri. Hetta elvir til at tú tolir lítið av, kennir rastloysi og hevur trupult við at hugsavna teg.   

 

 

Strongd broytir vektina, og ert tú strongdur, so mungar tú meir eftir bæði feitti, sukuri og salti. Hetta kann elva til, at tú tekur uppá. 

 

 

Strongd elvir til høvuðpínu, og varandi høvuðpína er vælkent eyðkenni uppá, at tú ert strongdur. Høvuðpínan kann bæði koma av, at tú hevur ov høgt blóðtrýst ella spentar muskar í nakka og í akslum.

 

 

Livir tú longi við strongd, so kann strongdin elva til trupulleikar í maganum og sodningini, skrivar iform.dk. 

 

 

Eisini kann stongd elva til trupulleikar við svøvninum. Ert tú strongdur, so kann tað verða trupult at sovna, tú vaknar møguliga um náttina og fært ikki sovnað aftur og kennir teg tískil ikki úthvíldan um morgunin, skrivar iform.dk