Alt meginøkið hevur ligið í streymoysi tað mesta av seinasta tímanum. Orsøkin var, at ein turbina á Eiðisverkinum steðgaði.
Hesin feilur elvdi til, at trýstið bleiv ov stórt til Sundsverkið, sum eisini slóknaði, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV.
Hann sigur, at tey hava startað verkið við Strond í Klaksvík, Eiðisverkið og Sundsverkið.
Enn vantar at fáa streymin í rættlag í Streymoy, Vágum og mið Eysturoy, sigur hann.
Væntandi gongur ikki long tíð, til stremurin er komin aftur.