Løgmaður og mjáafylgið halda fram við løgna flogbjølgatúrinum. Tað er nakað síðani, at fólk varnaðust slitið í samankomingunum, og at gassið spakuliga fýsti úr hesi sjaldsomu ballónini, sum skuldi flyta merkiliga konglomeratið, samgonguna, alla leiðina fram til lagnuárið 2015. Nú lendi hon so fyri seinastu ferð í Klaksvík í kvøld.
Fylgið tóktiskt væl dubbað á skíggjanum. Ivaleyst hava tey lagt leiðina framvið onkrum nýbrandaðum klæðnakliva í SMS á veg norður. Tað ræður um at síggja internationalur og globalur út ein mánamorgun í Klaksvík. Slipsini sum breiðfokkur, flippurnar stívar og hvassar sum vælbrýndir moradolkar og longu frakkarnir átøkir fullsettum turkiløgum. Ein svørt teiming, tað ræður um at líkjast teimum pallvandu korridorkóvboyarunum, sum vit javnan síggja á bonaðu gólvunum í sjónvarpi. Klaksvíkin skuldi takast við stormi. Býurin, sum meira enn nakar annar kann menna okkum vinnuliga, skuldi implementerast í hvørvisjónina hjá Eidesgaard.
Alt so væl uppleinað, men ólukkutíð man ein sikring vera brostin úti í Tinganesi, táið mjáurnar tøttu leistin til hesa ferðina. Løgið, at tað ikki skal vera komið einum einasta embætismanni í Havn til hugs, at skeita sær í álmanakkan ella í streymtalvuna hjá Fischeri. Vikuskiftini í høvuðsstaðnum kunna ivaleyst vera strævin hjá mongum, streymurin kann vera harður og aldan tung, táið tað líður út í móti morgni, men tað mátti tó rivað fyri eygunum á onkrum spekingi í hesum lærda valaliði. Seinra kvarter var leygardagin. Og á Sjómansskúlanum lærdu vit í hvussu er, at spakasti streymur plagdi at verða 1-2 sólarringar eftir kvarterið.
Hetta var væl sneitt sjónvarp í kvøld. Fyrst sóu vit myndirnar av dalsakanum, sum royndi at tosa fyri seg - frammanfyri tvingsilsinnlagdu skúlanæmingunum á Tekniska Skúla. Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plagar at verða tikið til. Teir fingu so ein frídag burturúr seancuni hjá metropolittunum sunnaneftir. Síðani vórðu vit flutt inn í egningarskúrin á Stongunum. Har sóu vit fundamentið undir føroyska samfelagnum. Agnaskræpan dreiv úr kvikhentu og slitnu lógvunum, teir høvdu ikki stundir at fara til sirkus í spakasta streymi. Høvdu nóg illani stundir at øna Tóri aftur. Og táið Alexander Joensen, sonur hin legendariska Trúgva, ið einhentur róði út við installeringi í fjøld av árum, fór yvir til streymtalvuna hjá Com-Data, og vísti tjóðini, at landsins ovasti leiðari var komin til Klaksvíkar, at greiða frá hvussu gerandisdagurin skuldi skipast um 7-8 ár, meðan tærið í føroyska samfelagnum kýtti seg á spakasta streymi, fyri at fáa gerandisdagin í 2007 at hanga saman, tá brast flogbjølgurin 2015. Komikkurin var at kalla fullkomin.
Gamli feteraði fótbóltssnillingurin frá 66-liðnum, Steinbjørn, sementeraði síðani alt, og skákaði fylgið, sum livir í vónini um, at høvuðsfloskulin hjá løgmanni, frá filétfabrik til idéfabrik, skal gerast veruleiki áðrenn langt umlíður. Hesir fýrarnir norðuri á Stongunum sóu í hvussu er ikki serliga gearaðir út, til at vera við í ætlanini hjá løgmanni, at umskipa egningarskúrin til eina hugsanarverksmiðju harið kreativir tankar skula egnast upp á luftigar húkar.
Helt meg hoyra í onkrum kuti, at løgmaður royndi at siga skúlanæmingunum, og sínum egna fjølmeingjaða stabi, at ríkisrættarliga støða okkara er avgerðandi forðingin fyri, at vit yvirhøvur kunna gerast javnbjóðis leikari á altjóða politiska pallinum. Hjálandastøða Føroya ger, at alskins lokabrøgd eru neyðug, skal tað komast nakran veg á tí leiðini. Helt meg hoyra eina ærliga ásannan um, at her var læst og fyribundið, komu vit okkum ikki undan danska skjúrtufaldinum. Hendan viðgongan man koma av dýrtkeyptum royndum, í altreka diplomatiska korpsinum í Keypmannahavn, har donsku snarurnar verða flotaðar, fyri at gøllhalda føroyingum í kolonialistiskum fangilsi.
Fylgið er ivaleyst komið suður aftur til Havnar. Sum av torvheiðum. Ongantíð áður hevur tað verið so útpenslað, hvussu lítið jarðfestið hendan visjónin hjá løgmanni hevur, og hvussu lítið, fyri ikki at siga onki, forankrilsið hon hevur í fólkinum. Vørpini haka ikki í ein einasta kneysa á leiðini.
Fyri at fáa common-sense hugsan og veruleika innaftur í føroyskan politikk, fari eg at heita á m.a. útróðrarmenninar og egnararnar á Stongunum, um at taka seg saman, at velja ein tjóðveldismann úr egnum jørðildi inn á ting, táið val verður aftur, soleiðsni, at hesin kann hjálpa okkum burturúr trupulleikunum, sum gjørdust so eyðsýndir og væl dokumenteraðir í hesi Degi og Viku sendingini í kvøld. Sakin er rættiliga einføld. Tað snýr seg um at taka støðið í gerandisdegnum hjá arbeiðandi fólkinum, útróðrar- og fiskimonnum, og at skipa hetta landið sum fullveldi, sum republikk, bara soleiðsni slepst undan øllum forðingunum, sum løgmaður so eyðsýnt er í ferð við at stara seg blindan og svartsjúkan í. Vælsignaðir geri tjóðini hesa bráðneyðugu tænastu.
Eitt reint UG+ til Sjónvarp Føroya.