Stresspolitikkur á arbeiðsplássinum

Talið á stresstilburðum á arbeiðsplássum økist alsamt, og nógv bendir á, at arbeiðsgevarar og leiðslur hava stóran part av ábyrgdini. Men starvsfólkini kunnu eisini gera sítt til at bøta um stressandi arbeiðsumhvørvið. Ein gongd leið er at seta í verk ein stresspolitikk

At kenna seg stressaðan í eitt styttri tíðarskeið kann vera sunt og er ofta ein nátúrligur partur av einum spennandi starvi. Stressaðu løturnar gera okkum meir árvakin, og vit verða før fyri at avrika nóg eftir stuttari tíð  nakað, ið gevur teimum flestu eina góða kenslu av nøgdsemi. Hinvegin er tað vorðið alsamt týðiligari, at eitt áhaldandi stressandi arbeiðsumhvørvi hevur skaðiligar avleiðingar bæði fyri tað einstaka starvsfólkið og fyri úrslitini hjá fyritøkuni sum heild. Jú meir stressandi starvsfólkini kenna sítt arbeiði, jú størri verður sjúkufráveran og effektiviteturin á fyritøkuni minkar samsvarandi.
Starvsfólk, ið trívast á sínum arbeiðsplássi, hava hinvegn ikki bara betri lívsgóðsku. Tey eru í allar mátar eisini við til at tryggja framburðin í fyritøkuni. Við hesum í huga, seta alsamt fleiri fyritøkur nú í verk ein greiðan stresspolitikk, sum virkar á jøvnum føti við eitt nú royki- og rúsdrekkapoltikk á arbeiðsplássinum.
Stressandi arbeiðsumhvørvi
Ein røð av viðuskiftum kunnu verða orsøk til, at fólk kenna seg stressaði á arbeiðsplássunum. Ofta snýr tað seg um mátan, arbeiðið verður lagt til rættis, har starvsfólkini kenna tað sum, at krøvini eru ov høg, ella øvut, at tey ikki fáa møguleika at brúka síni evni á ein meiningsfullan hátt. Av øðrum týðandi orsøkum kunnu nevnast vantandi samskifti millum starvsfólk og leiðslu um arbeiðsgongdir og endmál umframt vantandi tryggleiki í starvsetanini.
Orøkirnar til stress á arbeiðsplássinum eru ikki altíð líka sjónligar, og ofta verða starvsfólk og leiðslur ikki greið yvir, hvør trupulleikin í grundini er, fyrr enn fólk hokna undir trýstinum. Tí kann tað í fyrsta umfarið bøta nógv um trupulleikan, at leiðsla og starvsfólk bara taka evnið upp og seta orð á tað.
Skal nakað munagott spyrjast burturúr, eigur fyritøkan tó at seta í verk ein ítøkiligan stresspolitikk. Bæði fyri at orða ein felags hugburð til trupulleikan og fyri at øll kunnu verða við til at forða fyri hóttandi stressstøður og vita, hvussu tær skulu handfarast í framyvir

KASSI:
Nakrar høvuðsorsøkir til stress á arbeiðsplassinum:
· Høgt tempo
· Yvirarbeiði
· Knappar deadlines
· At arbeiða undir eftirliti
· Ótryggleiki í setanarviðurskiftum
· Einsligt arbeiði
· Vánaligur stuðul frá leiðslu og starvsfeløgum
· Vantandi ávirkan
· Ógreið arbeiðsbýti
· Vantandi førleiki ella útbúgving at útinna sítt arbeiði
Hvat kann starvsfólki gera?
· Lat vera við bara at arbeiða innan títt egna serøki, so tú ikki brúkar somu evni allatíðina. Fá breitt innlit, so tú hevur fleiri møguleikar
· Skil arbeiði frá privatlívi. Tak ikki arbeiðið við heim
· Fá tær eitt netverk av starvsfeløgum, sum kunnu stuðla tær í trupulum støðum. Royn at fáa stuðul frá leiðsluni
· Lat vera við at arbeiða einsamallur
· Ver greiður yvir, hvørjar tínar arbeiðsuppgávur í grundini eru, so ongi ivamál eru
· Royn at fáa ávirkan á ætlanir og raðfestingar av arbeiðinum
Hvat kann leiðslan gera?
· Syrgja fyri, at krøvini eru í samsvar við tað, tann einstaki megnar
· Sleppa starvsfólkunum undan yvirarbeiði og ov knøppum deadlines
· Leggja skiftandi arbeiðstíðir til rættis við minst møguligum náttararbeiði og so ofta frí í vikuskiftinum, sum gjørligt
· Leggja skiftandi arbeiðstíðir til rættis í góðari tíð og loyva atlitum til tann einstaka
· Tryggleiki í setanarviðurskiftum er umráðandi og starvsáttmalar skulu vera í lagi
· Syrgja fyri, at fólk ikki arbeiða heilt einsamøll og at tey hava onkran at styðja seg til
· Tryggja, at arbeiðsbýti er greitt og væl definerða
· Syrgja fyri, at leiðslan er sjónlig og at starvsfólkini kenna seg trygg við hana
Keldur: www.lederne.dk, www.magister.dk