Strategisk týdningarmikið fyri Setrið

Í vikuni bórust tíðindini, at føroyski alirisin Bakkafrost og Fróðskaparsetur Føroya eru farin undir eitt trý ára samstarv, har Bakkafrost stuðlar náttúruvísindadeildini á Setrinum við 2,1 milliónir krónur. Stuðulin skal brúkast til at finna loysnir á teimum avbjóðingum, sum alivinnan kring allan heimin hevur.


Meðan slík samstørv eru vanlig úti í heimi, so er tað ikki gerandiskostur í Føroyum, at Setrið samstarvar við vinnufyritøkur.


Í 2015 fekk Setrið 5 milliónir krónur frá TF Holding at byggja upp búskaparfrøði og tá føroyska oljuævintýrið var á hæddini, var tað krav at útlendsku feløgini brúktu pengar upp á førleikamenning í Føroyum. Tað sæst millum annað aftur í, at tey fíggjaðu petroleumsverkfrøði sum fak á Setrinum, onkra útgerð og ph.d. verkætlanir.


- Men tað er ikki vanligt, at føroyskur fyritøkur samstarva við Setrið á hendan hátt. Og strategiskt er hetta týdningarmikið fyri Setrið, at vinnulívið sær okkum sum virðismiklar samstarvsfelagar, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, um nýggja samstarvið.


Talan er um ein leist, ið rektarin vónar kann virka sum eitt fyridømi fyri aðrar føroyskar fyritøkur og skumpa undir, at fleiri slík samstørv síggja dagsins ljós.


- Hetta kann vera við til, at aðrar fyritøkur síggja hetta sum ein møguleika. Samstundis sum føroysku fyritøkurnar verða størri, seta tey fleiri starvsfólk við akademiskum royndum í starv. Hesi starvsfólkini koma úr universitets umhvørvum og síggja møguleikan við slíkum samstørvum. Tað er vanligt aðrastaðni, at vinnulívið stuðlar gransking strategiskt og eg vóni, at vit fara at síggja tað meira framyvir, sigur Sigurð í Jákupsstovu.


Heilt ítøkiliga er talan um eitt samstarv, ið svarar til eitt ársverk næstu trý árini, men vónar stjórin, at meira kann spyrjast burturúr samstarvinum.


- Við hesum fáa vit meira orku at fokusera upp á granskingarøkir, ið eru týdningarmikil fyri Føroyar og sum vit hava áhuga í. Vónandi fáa vit bygt upp eitt grundarlag fyri hesa gransking, so tað verður lættari at søkja um stuðul frá øðrum keldum, so sum frá Granskingargrunninum, Granskingarráðnum, norðurlendskum grunnum ella evropeiskum grunnum, sigur Sigurð í Jákupsstovu.


Rektarin vísir eisini á, at samstarvið svarar væl til, at tað er eitt politiskt ynski, at virksemið hjá Setrinum ikki einans er fíggjað av landskassanum, men at tey fáa stuðul aðrastaðni frá.


- Tað er eitt mál hjá Setrinum, at fáa meira pening til gransking uttanífrá, so alt ikki kemur frá landskassanum. Tá verður hugsað serliga um ymiskar grunnar, men eisini privata vinnulívið. Tað er ein áhaldandi trupulleiki, at vit hava ov lítið av pengum at røkka tí møguleikum, ið vit hava. Setrið kann vaksa nógv meira og gerast ein meira týdningarmikil stovnur fyri samfelagið enn tað er í dag, men tað klára vit ikki bara við almennum pengum, tí tað almenna fer ikki at geva okkum so nógvar pengar, sigur rektarin.