Strategiin skal ikki broytast

Vit skulu vænta heimatestir í næstum, sigur Bjarni á steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum

Hóast landið nú spakuliga verður latið upp aftur, og ferð fer at koma á í Føroyum í størri mun, so sigur Bjarni á steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, á tíðindafundi í morgun, at strategiin um at minka um koronasmittuna skal ikki broytast

Hann vísir á, at hyggja vit at umheiminum, so síggja vit, hvat kann henda. Nú letur Kina upp aftur, og Hong Kong roynir at lata upp. Har var tó latið ov nógv upp í senn, og tí tók koronasmittan dyk á seg. Tað er tí umráðandi, at vit sløkkja glóðirnar, so smittan ikki tekur seg upp aftur.

Hann segði eisini, at vit kunnu vænta, at vit í næstum fáa heimatestir, so at vit sjálvi kunnu kanna eftir, um vit hava korona ella hava havt korona. 

Enn er strategiin hendan:

  • Verið heima
  • Verið ikki nógv fólk saman í senn
  • Haldið frástøðuna á tveir metrar
  • Haldið reinføri, tí virusið kann liva á fladum