Strategi ikki klár enn

– Hetta er eitt mál ímillum aktionerarnar, og tískil havi eg onga viðmerking til atfinningarnar, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

– Sum nevndarformaður má eg fara eins við øllum íleggjarunum, og Adrian Noskwith kann ikki fáa sersømdir. Tað er ikki vanligt at hyggja at, hvussu nógv íleggjararnir eiga, og so behandla teir hareftir. Øll verða behandlað eins, sigur Niels Mortensen.
Hann vil ikki úttala seg um atfinningarnar, sum Noskwith hevur mótvegis Johan Dahl og landsstýrinum, tí tað er eitt mál millum aktionerarnar, sum hann málber seg.

Eingin strategi klár
Men ein partur av atfinningunum snýr seg eisini um, at Magni Arge varð frákoyrdur frá degi til dags, uttan nakra ítøkiliga frágreiðing.
– Sum eg áður havi sagt, so var tað einki odiøst í, at gamli stjórin varð koyrdur frá so brádliga. Tá man er stjóri, er man stjóri allatíðina, eisini leygarkvøld, og man fær eisini lønarsamsýning hareftir. Tá er man altíð í vága fyri at verða koyrdur, slær Niels Mortenen fast.
Knappir tveir mánaðir eru nú frálidnir, síðani Magni Arge brádliga varð uppsagdur, og orsøkin varð tá søgd at vera, at felagnum tørvaði eina nýggja strategi.
Spurdur eftir teirri nýggju strategiini, sum Magni Arge eftir øllum at døma ikki var maður fyri at koma við, svarar Niels Mortensen, at hon ikki er klár.
– Tað eru gingnir tveir mánaðir, men tað kunnu saktans ganga tveir mánaðir afturat. Ein slík strategi er ikki nakað, sum verður skundað ígjøgnum. Hon verður ikki kunngjørd, fyrr enn hon er klár, slær nevndarformaðurin fast.

Vil fundast
– Vit eru eitt børsskrásett felag, og tí er tað sera avmarkað, hvat eg kann úttala meg um, sigur Niels Mortensen, men viðgongur tó, at hann altíð er sinnaður at fundast við Adrian Noskwith. Enn havue hann tó ikki svarað fundarumbønini.
– Eg kann ikki siga nakað um, nær fundurin verður. Eg fari at hyggja í mín kalendara, og so síggja vit, nær vit finna ein dato, sum passar, sigur Niels Mortensen.


-----

Sosialurin hevur tosað við Johan Dahl í morgun, men hann hevur onga viðmerkig til atfinningarnar, sum Adrian Noskwith førir fram, og hann vildi tískil ikki úttala seg um málið.