Strangari reglur fyri sigling í Noregi

Eisini í Noregi verður tosað um trygdina á sjónum tá talan er um smábátar. Eitt krav um tvungnar bjargingarvestar og lægri promillumark skal gera sítt til, at færri óhapp og vanlukkur vera í norskum sjóøki.

Ein arbeiðsbólkur hjá norska Sjøfartsstyrelsen er komin við uppskoti um at øll skulu vera í bjargingarvesti í opnum bátum, og at promillumarkið verður hert hjá bátum minni enn 15 metrar.

- Í dag er promillumarkið 0,8. Men tá boðskapur okkara er, at eingin skal njóta rúsdrekka á sjónum, so gevur hetta skeivt signal, sigur stjórin í Sjøfartsstyrelsen, Olav Akselsen til nrk.no.

Hann leggur aftrat, at gerast fólk betri til at fara í bjargingarvestin, er tað besta tiltakið fyri at bjarga mannalívum, um illa vil til á sjónum.

Norski fiskivinnuráðharrin, Lisbeth Berg Hansen er eisini sinnað at seta strangari reglur í verk fyri at dempa bátagleðina, sum hon tekur til.

- Gleðin við bátinum liggur í upplivingina á sjónum, ikki í ólukkunum. Nógvu ólukkurnar mugu steðgast, og tí mugu hava greiðar reglur fyri tí, sigur hon.