Eldra tyrlan,sum Atlantsflog millum brúkar til ferðafólkaflúgving, hevur nátt slíkum aldri, at krøvini fara at herðast. Tí verður neyðugt at hugsa um at skifta hana út, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog. Hann leggur tó dent á, at tyrlan er í góðum standi og trygg at ferðast við.
Tað er tó ikki Atlantsflog, men Føroya Landsstýri, sum eigur tyrluna, sigur hann. Og hann hevur ikki nakrar ítøkiligar ætlanir í løtuni um útskifting, og veit heldur ikki um, at Innlendismálaráðið hevur nakrar slíkar.
Magni Arge váttar, at gamla tyrlan fyri fýra árum síðan fekk eina umvæling fyri einar fimm milliónir krónur.
Men tað hevur so aftur gjørt, at hon í dag er í heilt góðum standi og lýkur øll tey krøv, sum sett verða henni.
Tað hevur verið frammi, at tyrlan næsta ár verður skerd munandi, soleiðis at skilja, at hon tá ikki fær loyvi til at flyta fleiri enn átta ferðafólk.
Men tað er ikki rætt, sigur Magni Arge. Hann ásannar, at tað hava verið krøv uppi um tiltøk í 2005, men at tað nú er flutt fram til 2009. Og tá verður tyrlan so aftur tað eldri, at upp aftur meira grund er til at hugsa um útskifting, sigur hann.
Men hetta er ikki øðrvísi, enn tað er alla tíðina. Tað verður støðugt hugt eftir, hvat er á marknaðinum, og nær sum frægast fæst burtur úr einum møguligum handli, sigur Magni Arge.