Tað skal vera eitt krav, at ein útlendingur, sum søkja um varandi uppihaldsloyvi til Føroyum, skulu duga føroyskt.
Tað halda tey í Tórshavnar Býráð og nú hevur býráðið samtykt at venda sær til Poul Michelsen, landsstýrismann í integratiónsmálum við málinum. Í hesum sambandi hava tey samtykt at heita á Poul Michelsen um at seta tað sum eina meginreyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at útlendingurin hevur staðið eina hóskandi málroynd.
Í býráðnum vísa tey á, at sum lógin er nú, ber tað í roynd og veru til at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, uttan at duga eitt orð á føroyskum. Tí halda tey, at tað er neyðugt at seta krøv sum eggja útlendingum í Føroyum til at læra seg føroyskt.
– Málið er grundarsteinurin undir eini væleydnaðari integratión, tí dugur ein útlendingur málið, ber tað til hjá viðkomandi at kunna seg um samfelagið, mentanina og fáa at innlit í sosiala lívið í Føroyum, halda býráðslimir
Tey vísa á, at hóast integratión er eitt mál, sum liggur undir landsmyndugleikunum, hevur Tórshavnar Kommuna kortini átikið sær eina stórau uppgávu at læra útlendingar føroyskt í kvøldskúlanum. Men nú er ætlanin at styrkja ta undirvísingina munandi, umframt at leggja størri dent á einstakilingaundirvísing, tí tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tilflytarar eru fyri málsliga, og summi duga heldur ikki enskt, samstundis sum at tað eisini eru tilflytarar, sum eru lesiveikir.