At StÍF hevur sálarliga yvirtakið, ásanna teir báðir, Borgar Danielsen hjá StÍF og Harald Bjørgvin hjá VÍF eisini, nú vit hava sett teimum stevnu í Miðlahúsinum í Vágsbotni at tosa um spennandi uppgerðina, ið stendur fyri framman.
Nógv er broytt
Bæði Borgar og Harald hava spælt hondbólt í bestu deildini í mong ár. Harald spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá VÍF longu í 1989, so hann er ivaleyst ein tann royndasti leikarin í føroysku kappingini.
Tað er nógv broytt síðani tá. Fyrr vunnu vit altíð á strandingum, men nú er støðan ein heilt onnur, og eg haldi, at hagtølini eru til teirra fyrimun, sigur Harald, sum óteljandi ferðir hevur verið við, tá ið vestmenningar hava verið noyddir at boyggja seg fyri strandingum í steypakappingini.
Borgar Danielsen heldur tó ikki, at hagtølini hava so nógv at siga, hóast teir vóru við yvirlutan móti júst VÍF so seint sum sunnudagin, tá ið teir vunnu greiðan sigur á Skála.
Vestmenningar hava bíðað ov leingi
At eitt so mikið siðvant felag sum VÍF ikki hevur vunnið steypakappingina síðani í 1999, er alt ov leingi, heldur Harald Bjørgvin.
Tað ber als ikki til. Í fjør kundu vit eins væl havt vunnið, og vit høvdu samband við strandingar, tá ið einans tríggir minuttir vóru eftir at leika. Tá brendu vit eina skotroynd, og teir skora í hinum endanum, og so var dysturin avgjørdur. Við eitt sindur av hepni høvdu vit eisini kunnað vunnið í fjør, minnist Harald aftur á.
Hesum tekur Borgar undir við, men hann heldur, at ein av orsøkunum til, at strandingar so ofta eru omaná, er hon, at teirra spælistílur við kontantum verjuspæli og nógvum skjótálopum liggur illa til vestmenningar.
Fyrr, tá ið VÍF sum oftast var omaná, var spælið hjá StÍF nógv meiri bygt á bakspæl við góðum skjúttum, og tá vóru nógvir sjómenn á liðnum, soleiðis at tað allatíðina var ein ávís útskifting av spælarum. Nú hava vit í fleiri ár havt eina stammu á liðnum, og tað hevur ómetaliga stóran týdning, heldur Borgar Danielsen.
Málverjarnir ovurstóran týdning
Spurdir, hvør uppskriftin upp á ein sigur í finaluni er, eru teir báðir í stóran mun rættuliga samdir.
Tað hevur ómetaliga stóran týdning, um málverjarnir hava ein góðan dag. Marian hjá okkum kann vinna ein dyst einsamallur, og hevur hann ein góðan dag, so vinna vit. So seint sum í dystinum móti VÍF á Skála sunnudagin, vann hann dystin fyri okkum. Men harumframt ræður tað um at hava eina góða verju, og so eisini at fáa skjótálopini at koyra. Koyrir liðið hjá okkum, so eri eg ikki í iva um, at vit vinna, sigur Borgar Danielsen.
Skulu vit vinna, so er tað fyrst og fremst í verjuni, at vit vinna dystin. Vit skulu stressa teir, og teir skulu ikki fáa bílig mál. Síðani ræður tað eisini um, at vit ikki gera ov nógvar tekniskar feilir. Sunnudagin gjørdu vit ikki færri enn 11 óneyðugar feilir bara í fyrra hálvleiki, sigur Harald Bjørgvin.
Ein finala er nakað serligt
Bæði Borgar og Harald eru ógvuliga spentir til finaludystin, tí sum teir siga, so er talan um ein heilt serligan dyst.
Tað er nakað fyri seg at spæla eina finalu, tí talan er um ein alt ella einki dyst, har bæði liðini hava alt at vinna og einki at tapa, sigur Borgar.
Hesum tekur Harald undir við, og hann sigur seg vænta ein penan dyst, tí talan er um tvey lið, ið spæla penan hondbólt, og tað plagar ikki at gerast ófantaligt, tá ið hesi bæði lið hittast, heldur Harald Bjørgvin.
Bæði strandingar og vestmenningar eru kendir fyri at hava góðar og trúfastar áskoðarar, og lítið er at ivast í, at høllin á Hálsi verður fullsett leygardagin, tá ið dysturin verður bríkslaður í gongd.
Tað er neyvan nakað at ivast í, at tað verður ein ordans dystur bæði á og uttan fyri vøllin, sigur Harald Bjørgvin.
Allir mans tøkir
Spurdir, hvussu leikur fer, eru Borgar og Harald tó ikki heilt samdir. Sum vera man roknar Borgar við, at dysturin fer at enda við sigri til strandingar.
Eg rokni ikki við, at teir fara at fáa serliga nógv mál, og tí vænti eg, at vit fara at vinna við eini fimm málum, og eg giti, at úrslitið verður 26-21 til okkum, sigur hann.
Hesum tekur Harald ikki undir við, og hann roknar við, at tað verður talan um ein antin ella dyst, sum hann málber seg.
Eg vænti, at vit vinna. Antin verður talan um ein ógvuligan tættan dyst, ella koppar dysturin til okkara fyrimun, og so vinna vit við eini 6-7 málum. Men skulu vit vinna, so skulu vit spæla upp til okkara besta, tí vit hava tapt so ofta áður, sigur Harald Bjørgvin.
Hvørki av liðunum hevur nakran spælara, sum ikki er førur fyri at taka lut í finaluni. Hjá strandingum hevur strikuspælarin Bent Djurhuus havt ein trupulleika við knænum, men sambært Borgari fer hetta ikki at forða honum í at taka lut í finaluni.
Hjá vestmenningum eru allir mans 100 prosent klárir, sigur Harald Bjørgvin.