Tað var ikki at síggja, at StÍF seinasta fjórðingsárið hevur staðið mest sum púrasta fast.
Móti steypafinalistunum úr Kyndli fekk strandaverjan rætta fótin fram beinanvegin, og gjøgnum allan dystin høvdu teir eitt sera gott tak á teimum grønu.
Og tað gav tvey harðliga tiltrongd stig, sum bera við sær, at StÍF nú er fult so nógv við í finalu- sum botnstríðnum.
Fyri StÍF skeyt Christian Preda 11 mál. Tummas Pauli Hanusarson skeyt 4 av málunum hjá Kyndli.
StÍF-Kyndil 28-16 (12-7)