Nú ætla strandingar at útflyta vatn ? yvir um Skálafjørðin.
Sjóvar kommuna hevur boðið kommunum á Nesi og í Runavík vatn gjøgnum leiðing, sum skal leggjast tvørtur um Skálafjørðin. Afturfyri at fáa vatn av Strondum, skulu Runavík og Toftir verða við til at gjalda fyri útbyggingina av vatngoymsluni á Strondum.
? Vit ætla ikki at vinna pengar burtur úr hesum, men um samstarvið kann verða við til at gjalda fyri okkara útbygging, hevði tað verið fínt, sigur Eivind Jacobsen, sum er bygdarráðsformaður í Sjóvar kommunu.
Hann hevur sjálvur sent eitt skriv tvørtur um Skálafjørðin, og bæði á kommunuskrivstovunum í Runavík og á Toftum hava tey við áhuga lisið brævið av Strondum.
- Vit ætla at taka ein fund við strandingar um hetta, men vit hava onga støðu tikið til, um vit ætla at samstarva við teir. Tað er alt ov tíðliga at siga nakað um tað, sigur Ólavur Magnussen, bygdarráðsformaður á Toftum.
- Hetta er rættiliga nýtt hjá okkum, og tí eru vit ikki komnir víðari við málinum, men vit ætla okkum at seta okkum í samband við strandingar fyri at hoyra nærri um teirra ætlan, sigur Jákup Lamhauge, býráðsformaður í Runavík.
Nýggjur brunnur
Á Strondum hava tey nóg mikið av vatni, og við nýggju ætlanini um ein stóran vatnbrunn, kunnu strandingar lata vatn til nýtsluna á hinum arminum á Skálafjørðinum eisini.
- Nú hava vit sagt teimum á Toftum og í Runavík frá, áðrenn vit eru farnir í holt við okkara útbygging. Skulu teir eisini fáa ágóða av útbyggingini, mugu teir siga frá, áðrenn vit fara í gongd við arbeiðið, sigur Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður.
Sjóvar kommuna hevur grivið út fyri einum nýggjum brunni, sum skal taka 17.000 tons av vatni. Hesin brunnur verður gjørdur undir øllum umstøðum. Vatn skal takast frá tveimum áum, og har skulu byrgingar gerast. Síðani skal vatnið leiðast í nýggja brunnin, sum verður gjørdir nærindis áirnar.
Harafturat ætla strandingar at keypa eitt reinsiverk fyri okkurt um eina hálva millión, sum skal reinsa vatnið. Um Toftir og Runavík eisini skulu hava vatn úr nýggju goymsluni hjá strandingum, er neyðugt við størri og dýrari reinsiverki.
Sjóvar kommuna væntar at brúka okkurt um hálvaaðru millión til at betra um vatnveitingina í økinum næsta ár.
Toftavatn til vinnuna
Bæði Runavík og Toftir pumpa vatn úr Toftavatni, fyri at kunnu nøkta tørvin í økinum. Á Toftum er hetta serliga um summarið, tá Hamravøtn og Kornvatn ikki klára at nøkta tørvin.
Í Runavík letur Toftavatn alt árið vatn til vinnuna, sum brúkar nógv vatn. Tvey stór virki eru í Runavík - Lynfrost og Bakkafrost - og harafturat eru fleiri smærri virki, og tey hava stóra nýtslu av vatni. Vatnið, sum verður leitt til hús í Runavík, er kelduvatn úr Lambá.
Tað er serliga tá talan er um vinnuna, at runavíkingar eru áhugaðir í samstarvi tvørtur um fjørðin.
- Vatnið, sum kemur úr Toftavatni, er myrkt á liti, og skal reinsast væl. Høvdu tað latið seg gjørt at fingið betri vatn av Strondum, hevði tað verið gott, men fyrst mugu vit tosa við strandingar fyri at finna út av, um tað letur seg gera við slíkum samstarvi, sigur Jákup Lamhauge.
Á Toftum verður mett, at tað møguliga kundi givið fíggjarligar fyrimunir at fingið vatn av Strondum.
- Tað er møguligt, at tað hevði verið bíligari at fingið vatn frá strandingum, enn at pumpa úr Toftavatni. Tí ætla vit at finna út av, um tað kann loysa seg hjá okkum at samstarva við teir, ella um vit skulu leggja hesa ætlan á hillina, sigur Ólavur Magnussen, bygdarráðsformaður í Nes Sóknar Kommunu.