Strandferðsla
? Viðferðin, vit fingu frá Strandferðsluni, kann als ikki góðtakast.
Hans Olaf Andersen í Lopra er sera misnøgdur við viðferðina, sum ferðafólkið fekk frá Smyrli nú eitt hóskvøld, tá ið hann fekk tekniskt brek.
Smyril hevði mist róðrið og mátti í dokk á Skála og av tí sama var fráferðin úr Havn nógv seinkað.
? Smyril skuldi sigla klokkan sjey á kvøldið, men hann loysti ikki fyrrenn klokkan fýra um náttina.
Hans Olaf Andersen sigur, at ímillum ferðafólkið vóru gomul fólk og foreldur við pinkubørnum og nógv av teimum vóru rættiliga illa fyri.
? Eg royndi at tosa við Strandferðsluna, men hon var hvørki at høgga ella stinga í, sigur hann.
Hann vísir á, at tá ið slíkt hendir í útlondum, verður annað flutningstól útvegað, ella sleppur ferðafólkið á hotel at gista.
? Men frá Strandferðsluni fekst ikki so frægt sum ein kaffimunnur, sigur hann.
? Tá ið Strandferðslan hevur átikið sær at flyta fólk, hevur hon samstundis átikið sær ábyrgdina teimum og tað ber ikki til at sleppa eldri fólki og pinkubørnum soleiðis upp á fjall.
? Men tað kundi Strandferðslan ikki, tí hon metti seg ikki hava orku til slíka tænastu.
Hjálpti at ringja til politikarar
Hans Olaf Andersen sigur, at tað endaði við, at ringt var til sjálvan løgmann og tá hjálpti.
? Tá fingu vit boð aftur, at vit kundu fara á sjómansheimið at vera. Har fingu vit drekkamunn og vit kundu eisini fáa kamar har.
So vítt Hans Olaf visti, høvdu ferðafólk tvey kømur á sjómansheiminum hesa náttina.
? Eftir midnátt kom ferðafólkastjórin hjá Strandferðsluni á Sjómansheimið og hann gjørdi púra greitt, at Strandferðslan fór ikki at betala fyri hetta.
Men Hans Olaf Andersen sigur, at hann fer undir ongum umstøðum at betala eina rokning frá sjómansheiminum fyri hesa náttina.
? Tað skal standa sína roynd. Eg skal fyrr í rættin enn at eg betali, tí hesa rokningina eigur Strandferðslan.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at tað var rættiliga nógv fólk, sum ringdi til hansara hetta kvøldið.
? Sjálvsagt er hetta eitt mál, sum eg taki í álvara, tí talan var um nógv fólk, sum var illa fyri.
Hann sigur, at hann vendi sær til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, sum hevur strandferðsluna undir sær og hann syrgdi fyri, at fólki kundi fara á sjómansheimið.
Og rokningina skulu ferðafólkið ikki stúra fyri.
? Er tað tað almenna, sum hevur víst ferðafólkið til sjómansheimið, so tað kann ikki vera nakar ivi um, at Strandferðslan skal betala rokningina, sigur løgmaður.
Annars heldur hann, at hetta kann ikki metast sum ein vanlig seinking, har Smyril varð seinkaður ein tíma, ella tveir. Her var talan um ein heilt serligan tilburð, har nøkur ferðafólk komu illa fyri av tí at seinkingin var so stór og at talan var um náttartíð.
Men Jóannes Eidesgaard heldur, at tað átti ikki at verið neyðugt hjá politikarum at fingið Strandferðsluna at tikið sær ferðafólki í eini slíkari støðu.
? Hetta er ein tænasta, sum Strandferðslan sjálvsagt átti at funnið útav at veitt ferðafólki av sínum eintingum.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Strandferðsluni til blaðið í dag, men hon kemur í morgin.