Strandferðslan skal sigla hóast tað verður verkfall

Gerhard Lognberg hevur í dag lagt eitt umstrítt uppskot fyri Løgtingi og tað er at fáa Løgtingið at tryggja, at siglingin hjá Strandferðsluni ikki verður rakt, skuldi tað hent, at verkfall verður.

Samráðingar eru beint nú, men ongin ivi er um, at vandi er fyri verkfalli, tí fakfeløgini krevja lønarhækking, men tað vil samgongan ikki hoyra talan um lønarhækking og tvørturímóti hevur Fíggjarmálaráðið kravt, at í summum førum skal lønin enntá lækka.

Tí vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja, at landsstýrið skal kanna og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu til ber at tryggja, at sjóðvegis farleiðirnar ikki verða raktar, tá ið arbeiðsósemja er.

- Hetta uppskotið er fyri at verja útjaðaran í okkara landi, staðfestir løgtingsmaðurin.

- Tað kann ikki vera rætt, at útjaðarin í Føroyum skal brúkast til jarnbrot fyri at vinna eina ósemju á arbeiðsmarknaðinum samstundis sum miðstaðarfólk als ikki leggja til merkis, at verkfall er.

- Hetta uppskotið er ein roynd at verja fólkið, ið býr í hesum parti av Føroyum,

somuleiðis at verja arbeiðspláss.

Hann sigur, at hvat lønir viðvíkur, er væl saktans eitt at gera, og tað er, at manningarnar hava sømilig kor og best er, at manningarnar verða gjørd til

tænastufólk.

- Tað hevur ofta verið at hoyrt í Løgtinginum og landsstýrinum, at vit eiga at samráðast um eina loysn, so at sleppast kann undan at leggja skipini.

Men har hendir púra einki, tí kenni eg meg noyddan til slíkt uppskot, sigur Gerhard Lognberg.