Strandferðslan keypt tól at taka rúsdrekkaroynd av starvsfólki við

Strandferðslan hevur nú keypt sær tól, sum kunnu brúkast at taka rúsdrekkaroyndir av starvsfólkunum. Hetta er ein liður í áhaldandi royndunum at bøta um trygdina, sigur Reidar Nónfjall, stjóri

 

Rúsdrekkapolitikkur


?Vit royna alla tíðina at bøta um trygdina

Tað er høvuðsorsøkin til eitt óvanligt stig, sum leiðslan á Strandfaraskipum Landsins, nú hevur tikið.

Strandferðslan hevur nú keypt tól, sum skulu brúkast til at taka rúsdrekkaroyndir av fólki við.

Talan er um tól, ið vanliga verða nevnd alkometur.

Men hetta er ikki eitt tiltak, sum leiðslan á Strandferðsluni uppá nakran máta royndir at krógva.

Tvørtur ímóti.

Tí í seinastu útgávuni av SL Blaðnum, sum er virkisblaðið hjá Strandferðsluni, kunngerð reidar Nónfjall, stjóri, fyri øllum teimum 240 starvsfólkunum hjá stovninum, at tólini eru keypt og, hvat tey skulu brúkast til.

? Hesi alkometur kunnu brúkast á ferjum og á landi til at taka rúsdrekkaroyndir av fólki, um grundaður illgruni er um at onkur av starvsfólkunum hava drukkið, sigur hann.

Við Sosialin sigur hann, at tað er ikki ætlanin, at leiðslan tólið skal brúkast at taka royndir av fólki í tíð og úrtíð.

? Men er illgruni um, at onkur hevur drukkið, kunnu vit taka roynd av teimum. Og við hesi royndini kunnu vit so prógva, at illgrunin er rættur. Ella kunnu vit hinvegin prógva, at onki hald er í illgrunanum og sostatt fáa vit eisini avsanna óneyðugar gitingar um rúsdrekkanýtslu.

Hann sigur, at verða fólk søgd úr starvi fyri misnýtslu av rúsdrekka, hevur tað sera stóran týdning, at Strandferðslan hevur eitt prógv fyri misnýtsluni, so at uppsøgnin ikki er grundað á gitingar og illgrunar, sum ikki eru prógvaðir. Og ein rúsdrekkaroynd av hesum slagnum er ein máti at útvega neyðug prógv.

? Endamálið við tí er sjálvsagt eisini, at tað skal hava eina fyribyggjandi ávirkan, sigur hann.

Eru rúsdrekkaroyndir ikki eitt mál, sum vanliga hoyrir undir løgregluni?

Jú, men tekur eitt mál seg upp, kann tað koma afturat. Eg vænti eisini, at tað kann hava ein fyribyrgjandi týdning, at vit hava hesi tólini.


Økja um trygdina

Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur havt ein sera strangan rúsevnispolitikk í eini trý ár.

?Ein partur av hesum politikki, er, at fólk, sum fáa starv umborð á skipunum, verða kunnað um treytirnar. Tær ásetingar, vit hava um rúsevni, verða lisnar upp fyri teimum, sum fáa starv umborð á eini ferju. Aftaná skal tann, ið settur er í starv, skriva undir uppá, at rúsevnispolitikkurin er lisin upp og at tey hava skilt boðskapin.

? Tey, sum verða sett í starv á landi, fáa somuleiðis kunning um rúsevnispolitikkin og tey fáa somuleiðis ein faldara um tær treytir, sum eru.

Og sjálvsagt er tað strangliga banna hjá manningunum á skipunum at drekka rúsdrekka, ella at taka onnur rúsevni.

? Tað áliggur skiparanum at útinna hetta forboðið "á strangasta hátt", sum tað stendur í rúsevnispolitikkinum.

?Somuleiðis stendur eisini, at tað er strangliga bannað at hava evni umborð á skipunum, sum ikki eru góðkend, tvs, narkotisk evni, sum ikki eru í medisinkistuni.

Reidar Nónfjall sigur, at brýtur nakar av manningini hesar reglur, verða tey søgd úr starvi beinanvegin.

Starvsfólki á landi hevur ikki heilt so strangar reglar. Har verða ávaringar og tilboð um viðgerð tikin, áðrenn fólk verða uppsøgd

Hann sigur, at tað hevur havt sera góða ávirkan, at stovnurin hevur havt heilt fastar mannagongdir og greiðar reglar á hesum øki.

? Í øllum førum hava vit ikki havt trupulleikar av rúsevnismisnýtslu, sigur Reidar Nónfjall.

Hann sigur, at Strandferðslan roynir alla tíðina at útbyggja trygdina.

Og ein partur av tí arbeiðnum er at útinna rúsevnispolitikkin út um alla iva, sum hann tekur til.

Í tí sambandi roynir stovnurin alla tíðina at útbyggja rúsevnispolitikkin.

? Orsøkin til, at vit nú hava keypt alkometur er ikki, at vit hava havt rúsevnistrupulleikar. Men vit halda, at tað hevur sera stóran týdning at vísa starvsfólkinum, og okkara viðskiftafólkum, at vit taka hesi viðurskifti í allarstørsta álvara, og at vit alla tíðina royna útbyggja rúsevnispolitikkin.

At Strandferðslan nú hevur keypt alkometur, heldur hann vera eitt ógvuliga positivt stig tann rætta vegin.

? Hetta er ein liður í trygdararbeiðnum og góðskustýringini hjá stovninum.

Strandferðslustjórin sigur, at hann hevur ikki tosað við fakfeløgini hjá Starvsfólkunum um hetta.

Men hann væntar ikki, at tey kunnu hava nakað ímóti, at stovnurin roynir at verja síni viðskiftafólk, sum eru ferðafólkini, og starvsfólkið- sum jú eisini eru limir í fakfeløgunum.


Víðgongt

Nógv tey flestu starvsfólkini hjá Strandferðsluni eru limir í Starvsmannafelagnum.

Gunnleivur Dalsgarð, formaður felagsins, visti ikki av hesum nýggja tiltakinum hjá Strandferðsluni á rúsevnispolitiska økinum, og tí hevur hann ongar viðmerkingar til málið í løtuni. Men í fyrstu atløgu heldur hann, at hetta virkar eitt sindur víðgongt.