Strandferðslan gjørt avtalu við spaniólar um nýtt suðuroyarskip

Nýggja suðuroyarskipið verður verður liðugt í august í 2004

Suðuroyarsiglingin

Nú er tað endaliga greitt: Nýggja suðuroyarferjan verður bygd í Spania.
Fríggjadagin gjørdi Strandferðslan skrivliga semju við eitt skipasmiðjusamtak í Spania um at byggja nýggju ferjuna, ið skal røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril, sum er blivin ov gamal og slitin.
Talan er um samtakið IZAR, ið er eitt rættiliga stórt samtak av skipasmiðjum.
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at í avtaluni við IZAR, er semja gjørd um ymiskar prinsipiellar spurningar í sambandi við byggingina, og har staðfest verður, at partarnir skulu arbeiða fram ímóti at undirskriva endaligan sáttmála um byggingina.
Eftir semjuni skulu partarnir arbeiða fram í móti at fáa tey seinastu teknisku og løgfrøðiligu viðurskiftini avgreidd í seinasta lagi 8. mars 2002.
Tá skal alt tilfar vera klárt, so at endaligur byggisáttmáli kann undirskrivast.
Semjan er treytað av, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Bjarni Djurholm, og partaeigarin í IZAR góðkenna byggikrøvini og endaligu avtaluna, áðrenn hon verður undirskrivað.?
Reidar Nónfjall sigur, at tað, sum nú er eftir at gera, eru smálutir í einstakum orðingum í tekstum, sáttmálum og lógfrøðiligum skjølum.

Samráðst í tveir mánaðir
Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan og Vinnumálastýrið hava samráðst nú í einar tveir mánaðir samráðst við IZAR um nýggju suðuroyarferjuna suðuroyarferjuni.
IZAR samtakið hevur fleiri skipasmiðjur, men í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, eru tað tríggjar, sum kunnu koma upp á tal og tað eru skipasmiðjurnar í Sevilla, San Fernando og tann í Porto Real og tær eru allar í Suðurspania. Enn er endalig avgerð ikki enn titin um, hvørjari av hesum trimum skipasmiðjnum, nýggja suðuroyarskipið verður bygt á.
Eftir avtaluni fer nýggja suðuroyarferjan at kosta 40.450.000 evrur og sum gjaldoyrað er í løtuni, er talan um 300, 5 milliónir krónur í okkara peningi.
Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit.
Løgtingið hevur givið Vinnumálastýrinuam hemlild til at brúka 310 milliónir til skipið. Upprunaliga vórðu 305 milliónir játtaðar til endamálið, men Løgtingið hevur júst játtað fimm milliónir afturat til byggieftirlit og kurstrygging og sostatt eru nakrar milliónir til taks at standa ímóti við, skuldi onnurt óvæntað stungið seg upp á vegnum.
Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004.
Skipasmiðjan veitir trygd fyri hvørjum gjaldið.
Ferjan skal handast Strandferðsluni 30 mánaðir eftir, at byggisáttmálin er undirskrivaður.
Verður hann undirskrivaður í mars, soleiðis sum ætlanin er, verður nýggja nýggja suðuroyarskipið liðugt í august í 2004.
Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril.