Strandferðslan fer nú at gera nýggjan prísbygnað

Eitt endamál er at gera prísskipanina einfaldari fyri at sleppa undan øllum prísbólkunum, sum nú eru, eitt nú á akfarum, sigur strandferðslustjórin.

Ferðaseðlaprísir

Strandferðslan er nú farin undir arbeiðið at gera ein nýggjan prísbygnað fyri alla tað almennu samferðsluna.
Tað hevur ofta verið funnist at príspolitikkinum hjá Strandferðsluni. Ein atfinning hevur verið,at í summum førum er tað bíligiari hjá fýra fólkum at leiga hýruvogn ímillum bygdir enn tað er at brúka Bygdaleiðir og tað er heilt av lagi. Ein onnur atfinning hevur verið at tað ov stórur prísmunur á teimum ymsu leiðunum.
Kristian Davidsen sigur, at tað eru nógvar hugsanir um, hvussu tað kann gerast og teir arbeiða nú við ymsum hugskotum.
Hann dugir ikki at siga enn, hvat grundsjónarmiðið verður.
?Hetta er eitt mál, sum rakar rættiliga nógv fólk og tí er tað eitt arbeiði, sum skal fyrireikast væl og virðiliga og sum skal umhugsast gjølliga, áðrenn tað verður sett í verk.
Hann sigur, at tískil verður tað ikki enn, at ein nýggjur prísbygnaður kemur í gildi.
Spurningur er, hvat verður góðtikið, tí í stóran mun er talan um ein politiskan spurning.
?Í løtuni er eitt uppskot frammi um, at allar leiðir skulu kosta tað sama. Men spurningurin er, hvussu tað skal fíggjar og tað er eitt politiskt mál.
Kristian Davidsen sigur, at tann nýggi prísbygnaðurin skuldi helst ikki givið Strandferðsluni minni inntøkur enn hon hevur nú.
?Men eitt endamál er at gera prísskipanina einfaldari fyri at sleppa undan øllum bólkunum, sum nú eru. Eitt nú eru nógvir ymsir bólkar av bilum og tað er ikki lætt at hava við at gera, sigur strandferðslustjórin.