Suðuroyarsiglingin
?Nýggja suðuroyarferjan verður akkurát, sum vit vildu hava hana.
Reidar Nònfjall, stjóri á Strandferðsluni er sera væl nøgdur við avtaluna, sum nú er gjørd við spanska skipasmiðjusamtakið IZAR hava um at byggja nýggja suðuroyarferju.
Strandferðslan hevur fingið heimild at brúka 310 milliónir til ferjuna.
Áðrenn arbeiðið at byggja ferjuna varð boðið út, hevur ein fyrireikingarenevd undir Strandferðsluni gjørt eitt nágreiniligt yvirlit yvir tey krøv, sum skipið skal lúka.
?Og nú avtalan er gjørd við IZAR, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað ber til at byggja skipið, akkurát, vit ætlaðu. Sostattverður ikki neyðugt at skarva so mikið sum tað allarminsta av ætlanini fyri at fáa játtanina at halda, sigur Reidar Nónfjall.
Júst tað, at tað skuldi vera neyðugt at skarva av ætlanini fyri at fáa játtanin at halda, er eitt, ið summi hava stúrt fyri.
Tey minnast Sandoyarferjuna, sum varð bygt herfyri, tí har var neyðugt at kappa eitt sindur av her og har fyri at fáa prísin niður á tað, sum játtað var.
?Tí er spurningurin eisini viðkomandi í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, men eftir samráðingarnar við IZAr er tað greitt, at vit fáa akkurat tað loysnina, sum vit vildi hava og sum vit frammanundan útgreinaðu í yvirlitinum yvir tey krøv, skipið skuldi lúka og sum almenningurin eisini er kunnaður um.
Fult álit á skipasmiðjuni
Ì sambandi við sjálva byggingina, gekk heldur ikki so væl við Teistanum, skrokkurin skuldi byggjast í Póllandi, men var seinkaður fleiri mánaðir.
Men slíkum trupulleikum stúrir strandferðslustjórin ikki fyri í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna.
Hann sigur, at IZAR er eitt stórt samtak.
Teir hava bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum.
? Skipasmiðjan í Póllandi kunnu als ikki samanberast við tær hjá IZAR. Spaniólarnir eru vanir at byggja skip og byggja eisini skip til Føroyingar og aðrar norðurlendingar. Teir eru rættiliga frammaliga á økinum, so teimum havi eg fult álit á, sigur hann.
Hann sigur, at Strandferðslan og Vinnumálastýrið hava samráðast við IZAR í tveir mánaðir.
felagið hevur nógvar skipasmiðjur, men í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna, eru tað tríggjar skipasmiðjur í Suðurspania, sum kunnu koma upp á tal, tann í Sevilla, tann í San Fernando og tann í Porto Real.
Endalig avgerð er ikki tikin um, á hvørjari av hesum skipasmiðjum, ferjan skal byggjast.
? Í hesum sambandi hava umboð fyri Strandferðsluna og Vinnumálastýrið og vitjað á teimum trimum skipasmiðjunum, umframt á høvuðsskrivstovuna í Madrid.
? Endamálið var at síggja útbúnaðin hjá skipasmiðjunum, síggja ferjur og skip, sum IZAR hava bygt, og annars samráðast við skipasmiðjuna um verkætlanina.
Reidar Nónfjall sigur, at talan er um rættiliga framkomnar skipasmiðjur við ógvuliga nútímans útbúnaði, sum teir vóru hugtiknir av.
Annars varð tann møguleikin nevndur at byggja skipið í Kina, tí har skuldi tað kunna fáast einar 50 milliónir bíligari enn um tað var bygt i Evropa.
Men tann spurningin slapp Strandferðslan heilt frá at taka støðu til, hóast kinesiskar skipasmiðjur vóru ímillum teirra, sum vóru bodnar at geva tilboð.
? Vit fingu heilt einfalt onki boð úr Kina, sigur Reidar Nónfjall.
Annars fáast neyvari upplýsingar um IZAR á heimsíðuni, www.izar.es.