Strandferðslan fær ikki hægri játtan, so at hon kann sigla hvønn dag í árinum.
Sum er, sigla skipini hjá Strandferðsluni ikki Langa fríggjadag, fyrsta páskadag og jóladag, men Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, tingfólk, løgdu herfyri uppskot fyri Løgtingið um at bera so í bandi, at Strandferðslan eisini kundi sigla hesar tríggjar dagarnar.
Men limirnar, sum samgongan hevur í Vinnunevndini, mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Kristianna Winther Poulsen siga, at sjálvandi síggja tey tørvin um at fólk skulu kunna ferðast allar dagar í árinum, har firðir og sund skilja.
Vinnunevndin hevur fingið at vita, at skulu skipini hjá Strandferðsluni sigla hesar dagar, fer hetta at kosta fleiri milliónir eyka, eitt nú fyri ikki at bróta althjóða reglar um hvílitíðir.
Tað merkir, at antin má Løgtingið játtað Strandferðsluni meira pengar, ella mugu túrar takast burtur úr ferðaætlanini.
Samgongan vil ikki skerja ferðaætlanina, men hon heldur, at tað er tórført at samtykkja uppskotið, við tað, at tað er óvist, um Strandferðslan fær meiri pengar, sum fíggjarvánirnar eru.
Minnilutin í vinnunevndini, sum er Bjørt Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Janus Rein, vísir á, at yvir 85% av fólkinum eru samanbundin landvegis og kunnu ferðast so galið teimum lystir 365 dagar um árið.
- Fyri tey 15 % av fólkinum, sum búgva á leysu oyggjunum, er tað einki minni enn eitt grundleggjandi trivnaðarkrav, at eisini tey sleppa úr og í oynna 365 dagar um árið.
- At eingin flutningur er ávísar høgtíðsdagar hoyrir ikki heima í einum nútímans samfelag, sigur minnilutin, sum mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið, sigur minnilutin.