Strandferðslan avlýsir nakrar túrar í dag

Tað verður nógvur vindur nú um miðdagsleitið og tað ávirkar samferðsluna

Tað verður heilt fitt av vindi í dag, og tað ávirkar siglingina hjá Strandferðsluni.

Strandferðslan sigur, at Teistin siglur ikki túrin úr Skopun klokkan 12.30 av Gomlurætt klokkan 13.15, og Ternan siglur ikki túrin av Havnini klokkan 12.30 og út aftur Nólsoy klokkan 13

Jósup fer ikki í sigling fyrr enn túrin úr Klaksvík til Syðradals klokkan 17.15, sigur Strandferðslan.