Stríð um fíggjarnevndarformann

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin togast í spurninginum um formanssessin í fíggjarnevndini. Javnaðarflokkurin sigur væntandi frá í dag, hvønn veg flokkurin ætlar sær. Klokkan 13 í dag fór Javnaðarflokkurin aftur á fund, har spurningurin um formanssessin í fíggjarnevndini skal viðgerast.

Jørgen Niclasen hevur alment tikið sær formanssessin eftir Anfinn Kallsberg, men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard og John Johannesen hava alment funnist at Fólkaflokkinum fyri at umskipa stjórnina, uttan at hava boðað hinum samgonguflokkunum frá.

Løgmaður staðfesti í Degi & Viku í gjár, at hann hevur ongar trupulleikar við, at Fólkaflokkurin tók avgerðina av sínum eintingum.

Hann ber heldur ongan ótta fyri, at samgongan slitnar av hesum.

- Eg havi fult álit á, at Javnaðarflokkurin tekur røttu avgerðina og letur Fólkaflokkin fáa formanssessin í fíggjarnevndini, soleiðis sum frammanundan varð avtalað í samgonguni, segði løgmaður.

Spurningurin er so, um umskipanin hjá Fólkaflokkinum ber brá av, at einki álit og eingin virðing er fyri løgmanni.

Sum skilst, hevur Javnaðarflokkurin fingið tilboð frá hinum flokkunum um, at Eyðgunn Samuelsen verður fíggjarnevndarformaður.

- Spurningurin er, um Javnaðarflokkurin eisini fer at fáa sær av politiska sjálvtøkuborðinum, sum John Johannesen, politiskur formaður á tingi, tekur til.