Sýrisku myndugleikarnir seta nú av álvara hart ímóti hørðum ímóti mótmælisfólkinum. Í morgun sendu teir fleiri stríðsvognar inn í býin Tafas, sum er tætt við Deraa, sum hevur verið miðdepil í mótmælunum ímóti stýrinum.
Tað ljóðar, at fleiri skot hava verið í Tafas, og eygnavitni hava sagt, at hermenn og trygdarmenn hava rannsakað fleiri hús, og at fleiri ungfólk eru tikin. Fríggjadagin vóru fleiri túsund fólk í mótmælistiltøkum í Tafas. Tey róptu politisk slagorð og kravdu, at Bashar al-Assad, forseti, skal fara frá.
Aðrar keldur siga, at hermenn og trygdarmenn rannsakaðu fleiri hús í býnum Homs í nátt í einari roynd at finna tey, sum skipa fyri mótmælunum har. Sagt verður, at fleiri skot vóru at hoyra.
Eisini í býnum Banias hava hermenn og trygdarmenn leitað eftir mótmælisfólki. Í gjár sendu myndugleikarnir stríðsvognar inn í býin, og minst seks fólk lógu eftirá.










