Fótbóltur
Týsdagin hevði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, tíðindafund í FSF-húsinum. Á skránni var úttøku av A-landsliðshópinum til dystirnar móti Italia og Skotlandi.
Hópurin telur 20 spælarar, umframt Fróða Benjaminsen, sum er leikbannaður til dystin móti Italia. Tað verður tó roknað fyri givið, at Fróði er við aftur, tá Skotland stendur fyri framman, og tí rúmar úttøkan 21 mans.
Júst leikluturin hjá Fróða var eisini nakað, sum Jógvan Martin Olsen legði stóran dent á.
- Tað er kanska tann størsta rokadan, sum eg havi gjørt, tá eg flutti Fróða aftur í verjuna. Men hann hevur gjørt eitt framúr arbeiði. Ikki bara sum spælari, men eisini sum leiðari á og uttan fyri vøllin. Tí er tað ein stórur smeitur, at hann ikki er tøkur móti Italia, men tað hjálpir tó væl, at Jón Rói veruliga tykist vera komin seg eftir sín skaða.
Stríðsmenn á miðvøllin
Tað er annars á miðvøllinum, at størstu broytingar eru at síggja. Nýggj andlit eru her Pauli G. Hansen, Bergur Midjord og Hjalgrím Elttør, og landsliðsvenjarin tóktist avkláraður um hesar úttøkurnar.
- Pauli var vigaður í mun til Tem Hansen. Her mettu vit, at dygdirnar hjá Paula eru týdningarmiklari móti so sterkari mótstøðu, sum Italia er. Bergur hevur verið at kalla støðugt skaddur, síðani venjingarleguna í fjør, og hjá okkum er tað bara gleðiligt, at hann nú aftur er við. Og Hjalgrím hevur veruliga prógvað, at hann skal roknast við. Vit mettu ikki, at hann spældi væl í fjør, og hóast hann skifti til NSÍ, so fekk hann greitt at vita, at hann fyrst skuldi prógva, hví hann skuldi koma aftur í hópin. Og tað hevur hann gjørt fyrstu 10 umførini í Formula-deildini, sigur Jógvan Martin.
Og so fegnaðist venjarin annars um, at eitt U-21 landslið nú eisini er komið á vøllin. Ikki minst, tí hetta ger tað lættari at menna spælarar, og tí úttøkan sum so kanska verður lættari hjá A-landsliðnum.
- Tá vit ikki hava havt eitt U-21 landslið, so hevur tað verið ein skylda hjá A-landsliðsvenjaranum at hugsa longur fram. Og til dømis vildi ein málverji sum Gunnar Nielsen absolutt verið roknaður við, tá varamaðurin hjá Jákupi skuldi kjósast. Men tað er givið, at tað er nógv meira mennandi fyri spælaran, at spæla tveir heilar dystir á U-21, heldur enn at sita á beinkinum á A-landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.