Stríð- og splitskadda pseudo-paradís Hóralds

Annað umfarið

Fíggjarligu krøvini til landskassan eru ikki trítals milliónaupphæddir men í milliardaflokkinum

 

Ein dag í seinastu viku, eg gekk eftir Vesterbrogøtu í Keypmannahavn, sást risastór plakat av størsta vinnulívsmanni Danmarkar nakrantíð, Mærsk Mc-Kinney Møller, við týðiligari áskrift: “Lad os beskatte de multidanionale selskaber hårdere”.

Fyri at síggja “avsendarar” fór eg nærri. Jú: ávísur høvundur og tónlistamaður.

Eingin ivi er í, at ynskini hjá hesum báðum var, at herr Møller skuldi tømast fyri kapital, og politikarin við ovurstórari umsiting, sum glaður gevari av ognini hjá herr Møller, kundi lata hesum mentafólkum pening.

Hugsa tær, so seint sum í fjør lat hesin megnar maður dønum eina operaborg. Kostnaður 2,3 mia. krónur. Hetta er bert evarska lítil biti, av øllum hann hevur latið. Sagt er, at “hann átti ikki sjálvur at fáa loyvi til at siga, hvat skuldi framførast við upplatingarseremoniina. Nei, hesi dyggu listafólk vildu ikki lata seg stýra av profitti ella stórkapitalinum”. Jú, trúgv tí, tann ið vil!

 

Joensen og Møller

Hetta kom í hugan á mær, uttan at samanbera herr Joensen og herr Møller nærri, nú Hóraldur Joensen nakað firtin tekur til máls ímóti vinnulívsmanninum Kjartani Joensen. Hesin hevur kanska givið sína meting til kennar, sum fyrrverandi Klaksvíksprestur Rasmussen á sinni segði: “Det kan man høre, det var en ordentlig sømandsrøst”, tá onkur var heldur harðmæltur.

Kjartan Joensen fór sum faðirloysingur út í lívið 14 ára gamal, hevur sett váðafúsan kapital í eitt skipið fyri og annað eftir, í virki har 25-30 fólk arbeiða, og nú seinast í oljuvinnuna. Kjartan hevur verið við í fleiri víðfevndum samfelagsligum átøkum.

Granskingarleiðarin á Granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni, Lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróskaparsetri Føroya, Hóraldur Joensen, má vita, at kemur ein fram, tað kenni eg frá mínum 37 árum í politikki, so krevst, at ein tolir aftursvar.

 

Hvat er gransking

Her kann leggjast afturat, at í Útvarpi Føroya vitsti Granskingardepilin fyri Økismenning at siga, at um oljan fer longur upp, liggur helst allur flotin.

Her skal ikki serlig gransking til. Longu í 2002, seldi Kjartan Joensen skip, orsakað av ov høgum oljuprísum, ávaraði, og seinastu drúgvu tíðina hava reiðarar ávarað.

Eingin ivi er í, at vit eiga at fara at hyggja samfelagsbygnaðin nakað betur eftir í seyminum. Vit hava frælst vinnulív, tí hevði kanska verið ein uppgáva fyri Hórald at farið til verka á privatum grundarlagi, nú hann er so sannførdur um livratøkuleistin.

Tað sær út til, at bara telefyritøkan Ericsson nýtir 1 mia. kr. meiri til gransking enn allur svenski ríkiskassin. Men sjálvandi, rætt er, her skal nógv arbeiði leggjast í.

Sum fyrr nevnt, so verður neyðugt við fleiri umførum av viðmerkingum frameftir!

Fíggjarligu krøvinini til landskassan eru ikki “einans” trítalsmilliónaupphæddir, men í milliardaflokkinum. Tey eru óendalig! Umbønir koma úr øllum ættum.

Hóast hetta, eigur Hóraldur ikki at vera so dimmligur og geva Føroyum eyðkenni av einum “stríð- og splitskaddum pseudo-paradísi”, sum eingin vil brúka síni góðu evni uppá at búgva í. - Men møguliga kann grasið altíð tykjast grønari hinumegin hegnið.