Stríðið um statirnar

Tað av amerikansku forsetavalevnunum, ið fær flest atkvøður í dag er ikki sjálvskrivað til forsetaembætið av teirri orsøk. Tí forsetavalið verður ikki avgjørt av samlaða atkvøðutalinum fyri alt landið. Tað sum er avgerandi er hvør fær flest atkvøður í teimum størru statunum

 

Amerikanska forsetavalið

Rúnar Reistrup

Demokrati fæst í nógvum ymiskum útgávum og ein av teimum meira merkisverdu er tann demokratiska valskipanin, sum amerikanski forsetin verður valdur eftir.

Tað ræður nevniliga ikki um at fáa størsta partin av landsins atkvøðunum, men heldur um at fáa sínar atkvøður á rætta stað.

Hvør av teimum 50 amerikansku statunum er eitt valdømi fyri seg, og tað er líkamikið fyri samlaða valúrslitið, um eitt valevni vinnur stórt í einum stati, ella bara vinnur við einum evarska lítlum meiriluta. Tað einasta sum umræður er hvør »vinnur statin«, tí vinnarin fær allar atkvøðurnar í hesum stati.

Av tí at fólkatalið í teimum ymsu statunum er ymiskt, er tað eisini sera ymiskt hvussu nógv ein vunnin statur telur í samlaða úrslitinum. Til dømis telur ein sigur í fólkaríkasta statinum, Kalifornia, 18 ferðir so nógv sum ein sigur í Alaska, sum er ein tann fólkafátækasti staturin í landinum.


Ikki beinleiðis valdir

Hvussu stóra ávirkan teir ymsu statirnir hava á samlaða valúrslitið fyri alt landið hongur saman við hvussu nógvar sonevndir valmannsatkvøður staturin hevur. Valmenninir eru teir, sum í roynd og veru velja forsetan.

Formelt sæð velja amerikansku veljararnir nevniliga ikki forsetan beinleiðis. Teir atkvøða hinvegin fyri valmonnum, ið eru knýttir at velevnunum. Hesir hittast síðan og velja forsetan.

Tað sum ger úrslitini í hvørjum stati sær so týðandi er, at vinnarin av valinum í einum stati vinnur allar valmannsatkvøðurnar í viðkomandi stati. Tað er altso alt ella einki, ið valevnini fáa burturúr einum stati, og tað er tí líkamikið um eitt valevni vinnur við stórum ella lítlum meiriluta í statinum.


Gomul skipan

Skipanin við valmonnum kom í síni tíð í gildi fyri at fólkið ikki skuldi velja forsetan beinleiðis, men at forsetin heldur skuldi veljast av politiskt kvalifiseraðum valmonnunum.

Skipanin var ein millumloysn í táverandi ósemjuni um forsetin átti at veljast beinleiðis av fólkinum, ella um Kongressin skuldi velja forsetan.

Men hetta var í sjálvari føðitíðini hjá amerikanska demokratinum, og nú hava valmenninir so at siga bert formellan týdning. Teir kunnu í prinsippinum atkvøða sum teir sjálvir halda vera rætt, men tað er vanlig mannagongd at teir atkvøða fyri tí forsetavalevni, sum hevur vunnið statin.

Samanlagt verða valdir 538 valmenn, sum fara at koma saman 18. desember at atkvøða um hvør skal vera komandi forseti.

Nógv avgjørt frammanundan

Hvussu nógvar valmenn hvør statur skal velja er fastsett av fólkatalinum í statinum. Størsti staturin velur 54 valmenn meðan minstu statirnir velja tríggjar.

Tá tað sum nevnt bert ræður um hjá forsetavalevnunum at tryggja sær meirlutan í einum stati, uttan mun til atkvøðubýtið annars, eru tað sum vera man statir, har úrslitið er kent frammanundan valinum.

Teir statirnir har ein stórur meirluti søguliga hellir til annaðhvørt republikanararnar ella demokratarnar verða tískil roknaðir sum vunnir ella taptir longu áðrenn valstríðið yvirhøvur fer i gongd, og meiningakanningar geva tíðliga valevnunum eitt prei um hvar tað best loysir seg at brúka sínar kreftir í valstríðnum.

Teir statirnir, har úrslitið soleiðis er avgjørt frammanundan valinum, síggja tí ongantíð nakað serligt til valstríðið og als einki til valevnini, sum ístaðin brúka sína tíð í statum, har tætt er ímillum meirluta og minniluta.


Eystur og vestur

Undan valinum í dag verður mett, at George Bush longu hevur tryggjað sær 217 valmannsatkvøður, meðan Al Gore undan valinum kann vera rættiliga vísur í 215 atkvøðum. Tað roknistykki vísir at 106 valmansatkvøður verða metar at kunna fara báðar vegir.

Í teimum flestu av teimum fólkaríkastu statunum er lítil ivi um hvør verður sigursharri. Republikanararnir eiga traditionelt Texas við sínum 32 valmansatkvøðum og teir flestu av heldur fólkatalsfátæku men talríku statunum í miðjara og vestara parti av landinum.

Demokratarnir plaga vanliga at kunna rokna við teimum báðum fólkaríkastu statunum Kalifornia og New York og annars øllum statunum á norðaru eysturstrondini.

Men orsakað av at størsti outsidarin í forsetavalinum hesaferð, Ralph Nader frá teimum Grønu hevur fingið nógvar stuðlar millum demokratarnar í Kalifornia, er sigurin hjá demokratunum í hesum fólkaríkasta statinum komin í vanda.

Við sínum 54 valmansatkvøðum merkir ein republikanskur sigur í statinum at Bush vinnur tað, ið mest líkist einum stórsigri í forsetavalinum, og av tí sama er tað í Kalifornia at tað størsta valstríðið hevur verið í vikunum undan valdegnum.


270 er loyniorðið

Tað gylta talið av valmansatkvøðum ið krevjast fyri at vinna forsetavalið er 270. Úrslitið kann gerast javnt 268-268, og tá er tað Kongressin, ið skal velja forsetan. Hetta er tó ongantíð hent enn í amerikanskari valsøgu.

Við valmannsskipanini er greitt, at tað teoretiskt ber einum valevni til at tapa forsetavalið, hóast viðkomandi samanlagt fær flest atkvøður. Og tað er eisini hent, men tað eru yvir hundrað ár síðan.