Landsfundur
Hvussu vit so venda so snara tí, slepst ikki undan, at vit eru øll við á sama liði og í sama leiki. Men tíverri síggja vit alt ov ofta, at vit seta okkum við føtur í spenni og toga í hvør sína ætt, heldur enn at draga eina línu.
Tað segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, á landsfundi javnaðarfloksins leygarmorgunin
Í formansfrágreiðing síni nam hann við viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum og í tí sambandinum kom hann eisini við nøkrum, ið kann takast sum eitt aftursvar til teir fakfelagsformnenn, sum í Sosialinum fríggjadagin , funnust hvassliga at tí førda politikkinum hjá javnaðarflokkinm.
Klassastríðið farið í søguna
Løgmaður ásannaði, at tað eru nógvir partar, sum hava týðandi leiklutir í einum framkomnum samfelagi og nakrir av hesum pørtunum eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum.
Tí skal tað vera mín áheitan á arbeiðsmarknaðin, at vit seta okkum niður í friðartíðum og taka upp eitt mennandi kjak um, hvussu vit frægast leggja viðurskiftini til rættis, ljóðaði boðini í formansfrágreiðing løgmans á landsfundinum í morgun.
Og hann helt fram:
Tað byggir onki upp, at vit frá almennari síðu leggja okkum út í tykkara viðurskifti, tað eru vit fullgreið yvir, men eins lítið dugur tað, at tit halda lív í einum fiktivum klassastríði, sum fyri langari tíð síðani er farið í søguna.
Løgmaður vísti á, at tá ið undangongufólkini í politikki og í fakfelagsrørsluni stríddust fyri grundleggjandi rættindi og sjálvsøgdum rættindum, mugu vit í dag ásanna, at hetta stríð varð vunnið.
Men eftirkomarar hjá teimum, sum tá vóru í miðdeplinum í stríðnum, eru í dag tey, sum ynskja góðar útbúgvingar, góð ansiningartilboð og góð pensjonsviðurskifti og annað.
Soleiðis flytir heimurin alsamt, staðfesti løgmaður.
Hava tørv á dialogi
Løgmaður segði, at samfelagið hevði tørv á einum opnari, breiðari og konstruktivarari dialogi.
Men tað skal ikki vera ein einvegis monologur frá politikarum, men ein dialogur, eisini við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Vit mugu fáa dialogin at virka. Vit hava so sanniliga brúk fyri tykkara meiningum og eg meti enntá, at tað er tykkara skylda at vera við í almenna samfelagskjakinum.
Men so heitti hann eisini á fakfeløgini um at savna seg í eina sterkari eind.
Tað nyttar lítið, at, at ein rópar í eyst og annar í vest. Vit hava tørv á einari rødd frá fakfelagsrørsluni, eins og vit nú í nøkur ár hava havt eina rødd frá arbeiðsgevarunum ígjøgnum Vinnuhúsið.
Hetta kann bert styrkja kjakið og í seinasta enda avgerðirnar, ið tiknar verða, segði løgmaður.