Fríði verður leigaður úr Vági og norður til Margáir

Fríði Holm hevur skrivað undir nýggjan 2-ára sáttmála við FC Suðuroy, sum næsta ár er leigaður út til EB/Streym

EB/Streymur skrivar soleiðis í kvøld:

 

EB/Streymur og FC Suðuroy hava gjørt avtalu um, at 23 ári gamli Fríði Holm spælir við EB/Streymi komandi kappingarár.

 

Talan er um ein leigusáttmála, sum fevnir um kappingarárið 2026. Fríði Holm er ein framrættaður leikari, sum kann spæla á teimum fremstu plássunum, bæði sum áleypari og á vonginum. Hann er kendur fyri sítt arbeiðssemi og sína ferð, og metir felagið, at hann fer at styrkja um álopspæli hjá liðnum.

 

Ítróttarstjórin hjá EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen sigur, “Fríði Holm er ein spennandi leikari, sum passar væl inn í spælistílin hjá EB/Streymi, og sum óiva fer at geva liðnum fleiri streingir at spæla uppá í álopsspælinum.”

 

Fríður Holm sigur, “eg gleði meg til kappingarárið 2026 og eina nýggja spennandi avbjóðing í Sundalagnum”

 

EB/Streymur bjóðar Fríða Holm vælkomnan í felagið og vit gleða okkum at síggja hann í bláum og svørtum í kappingarárinum 2026, skrivar EB/Streymur í kvøld.

 

Og FC Suðuroy skrivar soleiðis í kvøld:

 

Álopskendi og orkumikli leikarin, sum síðstu árini hevur ment seg til at verða ein av stuðulsleikarunum hjá FC Suðuroy, hevur gjørt nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið, ið fevnir um kappingarárini 2026 og 2027.

 

Samstundis er leigusáttmáli gjørdur við EB/Streym fyri komandi kappingarár, soleiðis at Fríði framhaldandi verður at síggja í Betri deildini komandi ár.

 

Vit ynskja Fríða allar bestu eydnu í EB/Streymi komandi ár og gleða okkum at síggja hann aftur í kongabláu farvuni til kappingarárið 2027.

 

EB/Streymur fer í 2026 at spæla heimadystirnar við Margáir í Streymnesi.