Fagnaðurin var sjálvandi stórur hjá heimaliðnum, tá tær høvdu vissað sær stigini móti VB.
Eftir dystin fingu vit orð á Anniku Thomsen, sum var ivaleys, tá hon skuldi seta orð á, hví Tjaldur vann dystin.
- Vit stríddust og kempaðu alla tíðina. Tað gekk einki at byrja við, men vit trúðu alla tíðina upp á møguleikan. Og vit sóu eisini, at hetta kundi geva úrslit, so tað var bara at koyra á, segði Annika Thomsen.
Og nú hava tit framvegis møguleikan at røkka tveimum finalum?
- Ja, tað er tað, sum vit alla tíðina hava havt sum mál. So tað var heilt fantastiskt hjá okkum, at vit kláraðu at vinna dystin í dag, sigur Annika Thomsen.










