Stoyp P/F og AP Bussar fara helst at byggja í Norðragøtu

Fyritøkan Autolakering var fyrst at byggja á vinnuøkinum Við Leitistein í Gøtudali. Fleiri aðrar fyritøkur hava áhuga í økinum, og vinnunevndin í Eysturkommunu mælir til at selja vinnustykkini til Stoyp P/F og AP Bussar

Vinnustykkið hjá Autolakering er 3.014 fermetrar til støddar. Sambært plantekningini eru trý grundøkir eftir við Leitistein. Tey eru 5.040, 2.297 og 1.331 fermetrar til støddar.

Eysturkommuna hevur í løtuni fleiri umsóknir til vinnustykkir við Leitistein, og søkt verður eftir hægri kvadratmetratali enn tøkt er.

Umsitingin í Eysturkommunu hevur gjørt upplegg um reglur fyri upptøku og viðgerð av umsóknum um vinnustykki.

Umsitingin mælir til at seta fer á at selja vinnustykkini. Mælt verður samstundis til, at umsitingin kemur við einum tilmæli um, hvussu sølan verður skipað.

Mælt verður til at brúka partar av teimum treytum, ið Eysturkommuna setur borgarum, sum keypa vanligt grundstykki í Eysturkommunu, við hesum treytum:

* Innan eitt ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, og vinnubygnaður skal verða innilokaður á stykkinum innan tvey ár, frá tí, at skeytið er undirskrivað.

* Hevur keyparin ikki byrjað ella bygt á stykkinum innan freistina, hevur Eysturkommuna til eina og hvørja tíð rætt at krevja stykkið aftur, ímóti at kommunan rindar keyparanum keypspeningin rentufrían aftur.

 Á fundi 9. desember í fjør mælti vinnunevndin til at selja vinnustykkini til Stoyp P/F og AP Bussar. Harumframt mælir Vinnunevndin til at fáa meira konkreta kunning frá teimum fyritøkunum, ið ynskja vinnustykki út ímóti landsvegnum. 

Á býráðsfundi 19. desember í fjør samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka undir við tilmælinum.

Uppskot er nú gjørt til reglugerð um keyp og bygging á vinnuøkjum. Málið skuldi koma fyri á býráðsfundinum í gjárkvøldið, men varð tikið av skrá.

– Tað eru nakrir nýggir upplýsingar komnir fram í málinum, sum vit vilja hava greiðu á fyrst. Millum annað viðvíkjandi raðfylgju, sigur Jóhan Christiansen, býráðsformaður í Eysturkommunu í stuttari viðmerking.