Stovnsleiðarar mugu hava ávíst frælsi at stýra

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ið eisini er arbeiðsgevarin hjá almennum starvsfólkum, er ikki samdur við Gunnleiv Darlgarð, tá hesin førir fram, at almennir stovnar misnýta Barsilsskipanina. Hann vísir samtíðis á, at stovnsleiðarar mugu hava møguleika til í ávísan mun at stýra lønarútreiðslunum, og reka stovnin við færri starvsfólkum í styttri tíðarskeið, meta teir tað vera ráðiligt.

- Stovnsleiðarar mugu hava myndugleika til í ávísan mun at stýra lønarútreiðslunum á stovninum, soleiðis at til ber at spara, gerst tað neyðugt. Millum annað við í styttri tíðarskeið at nýta spardar lønarútreiðslur til aðrar útreiðslur, gerst tað neyðugt fyri at halda játtanina. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum eisini er arbeiðsgevarin hjá almennu starvsfólkunum. Hann leggur tó afturat, at tað ikki er politikkurin hjá Fíggjarmálaráðnum, at sparingar skulu gerast við bevíst at lata vera við at seta onnur fólk í starv, tá starvsfólk eru í barnsburðarfarloyvi.
Karsten Hansen sigur seg ikki kenna til ítøkilig dømi um, at stovnsleiðarar lata vera við at seta onnur í starv fyri tey, ið fara í barsil. Men hann leggur afturat, at tað er ikki óhugsandi, at onkur ger tað. Og landsstýrismaðurin metir ikki, at tað er skeivt, at stovnsleiðarar hava henda møguleika, verður hann nýttur í samstarv við hini starvsfólkini, og kunnu pengarnir nýtast betri aðrastaðni á stovninum.
- Tað kann hugsast, at stovnsleiðarar meta tað vera skilabest ikki at seta avloysara í starv í nakrar fáar mánaðir. Orsøkin kann vera, at teir hava trupult við at halda játtanina hjá stovninum, ella tí at onkur óvæntað útreiðsla stingur seg upp í rakstrinum, sigur Karsten Hansen.
Hann vísir á, at stovnsleiðarar hava ikki møguleika at flyta pengar frá rakstrinum til lønir. Men tó ber til at flyta spardar pengar á lønarkontoini til raksturin á stovnunum.
- Stovnsleiðarar hava altíð henda møguleika at regulera lønarútreiðslunar og spara lønir í nakrar mánaðir, m.a. tá nýggj størv skulu setast, og eisini tá fólk fara í barnsburðarfarloyvi. Men verður tað gjørt til siðvenju, so kundi tað bent á, at ov nógv starvsfólk eru á stovninum. Og er tað tilfeldið, so er tað uppgávan hjá stovnsleiðaranum at minka um starvsfólkatalið á stovninum, vísir Karsten Hansen á.

Skilir ikki atfinningarnar
Karsten Hansen, landsstýrismaður, skilir ikki rættuliga atfinningarnar hjá Starvsmannafelagnum.
- Eg má siga, at eg sum so ikki dugi at síggja trupulleikan. Tað kann jú vera, at stovnsleiðarin, í semju við starvsfólkið, metir at pengarnir, ið annars skuldu verið nýttir til at seta ein avloysara í starv í styttri tíðarskeið, kunnu nýtast betri aðrastaðni á stovninum, sigur Karsten Hansen.
Hann ásannar, at í ávísum føri kann ein stovnsleiðari kenna seg noyddan at spara á lønarsíðuni síðstu mánaðirnar á árinum, fyri at halda seg innanfyri játtanina til stovinin. Spurdur, hvørt tað er rætt, at Barsilsskipanin skal gjalda fyri, at fíggjarætlanin hjá stovninum kann hanga saman, sigur Karsten Hansen, at tað sum útgangsstøði er skeivt at nýta Barsilsskipanina til hetta endamál.
- Endamálið við Barsilsskipanini er fyrst og fremst at veita foreldrum fíggjarligan møguleika at vera heima hjá nýfødda barninum fyrstu tíðina, og eg havi ikki varhugan av, at almennir stovnar nýta skipanina til at spara pengar. Men tó meti eg, at skipanin skal ikki vera so stirvin, at stovnsleiðarar missa møguleikan í styttri tíðarskeið at raðfesta pengarnar aðrastaðni enn til ein avloysara, meta teir tað vera rættast.
Karsten Hansen sigur at Fíggjarmálaráðið hevur sum so onki eftirlit við, hvørt stovnsleiðarar veruliga seta avloysarar í starv, tá starvsfólk fara í barnsburðarfarloyvi, eins og ráðið heldur ikki kannar, hvørt leys størv vera sett beinanvegin eftir at onnur eru farin úr teimum.